Gjaldoyrahandil við gildistíð (valutatermin)

Í gjaldoyrahandli við gildistíð verður handlað við einum gjaldoyra ímóti einum øðrum gjaldoyra. Ein handil við gildistíð er ein bindandi avtala millum fyritøkuna og BankNordik um keyp/sølu av einari upphædd í einum gjaldoyra móti gjaldi í einum øðrum gjaldoyra ein ávisan dag frammi í tíðini ella tíðarskeiði.

Handil við gildistíð gevur tær:

  • Ein smidligan gjaldoyradekning
  • Møguleika fyri at betra títt gjaldføri
  • Kendan avrokningarkurs

Tað merkir fyri teg, at:

  • Tær ikki nýtist at kenna nágreiniliga tíðspunktið fyri tínar inn- og útgjaldingar fyri at fremja handil við gildistíð.
  • Tú bindur ikki pening í gjaldoyra, áðrenn tað er neyðugt
  • Kostnaðurin fyri at dekka tín gjaldoyraváða verður avmarkaður mest møguligt

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv