Mastercard kredittkort

Mastercard kredittkort er eitt altjóða gjaldskort, sum kann brúkast í handlum og matstøðum kring allan heimin.

Rentufríur kredittur

Kortið hevur ein rentufrían kreditt, ferðatrygging og avsláttaravtalur við útvaldar matstovur og handlar.

Ferðatrygging

Mastercard Standard, Gold og Platinum hava øll eina ferðatrygging knýttað at kortinum. Tú kanst tó eisini velja at fáa Mastercard Standard uttan ferðatrygging.

Samanber kort

Standard

  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
  • Kreditthámark: 30.000 kr.
  • Møguleiki at velja ferðatrygging
  • Møguleiki at fáa familjukort

Gold

  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
  • Kreditthámark: 50.000 kr.
  • Ferðatrygging
  • Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • Møguleiki at fáa familjukort

Platinum

  • Úttøka í sjálvtøku um dagin: 10.000 kr.
  • Kreditthámark: 100.000 kr.
  • Ferðatrygging
  • Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
  • Møguleiki at fáa familjukort

Familjukort

Hevur tú eitt Mastercard kredittkort hjá okkum, kanst tú fáa eitt familjukort til makan og heimabúgvandi børn, sum eru eldri enn 18 ár. Ongar tryggingar ella ískoytistænastur eru knýttar at familjukortinum. Tryggingar eru bert knýttar at høvuðskortinum.

Mastercard og trygging

Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí yvirlit yvir tryggingar niðanfyri.

  1. Tryggingartreytir fyri Mastercard Standard
  2. Tryggingartreytir fyri Mastercard Gull
  3. Tryggingartreytir fyri Mastercard Platinum


Viðkomandi leinki

  • Les kortásetingar her
  • Boða frá skaða her
  • Sí galdandi prísir her
  • Fá avsláttur, tá tú ferðast

    Hevur tú eitt Mastercard, kanst tú fáa avsláttur, tá ið tú vitjar djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.

    Les meira

    Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

    Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

    Sperra kort

    Spurningar og svar

    Hvussu nógv kann eg brúka?
    Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um ymisku sløgini av kredittkortum umframt mørkini fyri mánaðarliga nýtslu.
    Hvat skal eg gera, um kortið er misnýtt?

    Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.

    Í avgreiðslutíð okkara kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.

    Uttan fyri vanliga upplatingartíð
    Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
    Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.

    GG!
    Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

    • Navn
    • Bústað
    • Peningastovn
    • Kortnummar ella kontunummar 


    Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

    Kann eg brúka somu pinkotuna til fleiri kort?
    Tú kanst velja at fáa somu pinkotu til øll tíni gjaldskort. Tá ið tú bíleggur eitt nýtt kort, kanst tú velja, at kortið skal hava somu pinkotu sum eitt kort, ið tú frammanundan hevur. Tú sært tína pin-kotu í Ntbankanum undir Valmynd og so Míni kort.
    Hvussu sperri eg mítt kort?

    Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.

    Í avgreiðslutíð okkara kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.

    Uttan fyri vanliga upplatingartíð
    Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast. 
    Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.

    GG!
    Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:

    • Navn
    • Bústað
    • Peningastovn
    • Kortnummar ella kontunummar 

    Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.

    Hvat skal eg gera fyri at kunna brúka nýggja kortið?
    Kortið skal virkjast, áðrenn tað kann brúkast. Tú fært eitt bræv við kortinum, og har verður greitt frá, hvussu kortið skal virkjast.

    Les eisini

    Kundatænasta

    Fá hjálp til kortið

    Her fært tú hjálp, um tú skalt sperra kortið, ella um tú hevur spurningar um gjaldskort annars.

    Góð ráð

    Góð ráð um kort

    Fá góð ráð til at ansa eftir kortinum og minka um vandan fyri, at títt kort verður stolið ella misnýtt.

    Tosa við okkum

    Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

    330 330

    Send teldubræv