Nú hevur tú møguleika at gjalda við Google Pay, Fitbit Pay og Garmin Pay
Vit boða frá góðum tíðindum, fyri øllum sum hava eina android snildfon, Garmin ur ella Fitbit ur. Nú er nevnliga møguligt at nýta títt Visa/Dankort og Masterkort frá BankNordik í Google Pay, Garmin Pay og Fitbit Pay.
Lat mappuna liggja heima
Tað er lætt, einfalt og trygt at gjalda talgilt - og tað krevur bert at tú hevur tína telefon ella ur við tína lið. Tù kanst gjalda í øllum handlum, sum hava nándgjald - og við Google Pay kanst tú eisini gjalda í netbornum handlum og appum, við tíni Android snildfon ella teldli.