Soleiðis brúkar tú okkara sjálvtøkur

BankNordik hevur 8 sjálvtøkur kring landið. Í nógvum av okkara sjálvtøkum kanst tú, umframt at taka pening út, eisini taka evrur og annað fremmant gjaldoyra út, seta pening inn og áseta aðra upphædd. Her á síðuni hava vit savnað tríggjar filmar, ið vísa, hvussu tú brúkar ymisku tænasturnar í okkara sjálvtøkum. Ivast tú í onkrum, ert tú altíð vælkomin at spyrja okkum. 

Yvirlit yvir okkara sjálvtøkur 

Vit hava 8 sjálvtøkur kring landið. Í nógvum sjálvtøkum ber tað bæði til at taka krónur og fremmant gjaldoyra út umframt at seta pening inn. Her er eitt yvirlit yvir, hvar í Føroyum sjálvtøkurnar eru.

Soleiðis setir tú pening inn

Soleiðis ásetir tú aðra upphædd

Soleiðis tekur tú evrur út

Spurningar og svar

Í hvørjum sjálvtøkum kann eg seta pening inn?

Tú kanst seta pening inn í hesum sjálvtøkum:

  • á Oknarvegi í Havn
  • á Áarvegnum í Havn
  • í Miðvági
  • í Klaksvík
  • í Saltangará
  • á Tvøroyri

 

Í hvørjum sjálvtøkum kann eg áseta aðra upphædd?

Tú kanst áseta aðra upphædd í øllum okkara 8 sjálvtøkum. 

Okkara sjálvtøkur finnur tú her:

  • í Skopun
  • í SMS 
  • í Miðvági
  • í Klaksvík
  • í Saltangará
  • á Oknarvegi í Havn
  • á Áarvegnum í Havn
  • á Tvøroyri
Í hvørjum sjálvtøkum kann eg taka fremmant gjaldoyra út?

Í okkara sjálvtøku á Áarvegnum í Tórshavn er tað nú møguligt at taka út:

  • Evrur

  • Pund

  • Dollarar

  • Krónur (einans danskar seðlar)

Í hvørjum sjálvtøkum kann eg taka evrur út?

Tú kanst taka evrur út í hesum sjálvtøkum:

  • á Oknarvegi í Havn
  • á Áarvegnum í Havn
  • í Miðvági
  • í Klaksvík
  • í Saltangará
  • á Tvøroyri

Les eisini

Bílegg kort

Bílegg tað kortið, ið hóskar til tín tørv.

Virkja kort

Her finnur tú vegleiðing um, hvussu tú virkjar kortið.

Nándkort

Við nándkorti kanst tú rinda við gjaldskorti uttan at seta kortið í kortterminalin. 

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv