Skipaðar íløgur

Ein skipað íløga er ein samanseting av ymsum sløgum av virðisbrøvum.

Ofta er talan um eina íløgu, har tú øðrumegin fært nakrar eginleikar hjá einum lánsbrævi (t.d. avmarkað gildistíð) og hinumegin nakrar eginleikar frá eini partabrævaíløgu (óavmarkað gildistíð ella í øllum førum munandi møguleiki fyri stórum avkasti).

Tað eru nógvir ymsir eginleikar við skipaðum íløgum: útgjald av rentum so hvørt ella ikki, heil trygging av lánsupphædd, lutvíst ella als ikki, avkastið hevur samband við (hækking ella niðurgongd í) einstøkum partabrøvum, partabrævaindeks, rávørur, hedgefunds ella annað.

Tað er torført at siga nakað yvirskipað um hesi. Bankin mælir tí altíð til at fáa ráðgeving áðrenn keyp av skipaðum íløgum.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv