Avkast

Tað kann vera eitt gott hugskot at seta pening í virðisbrøv, tí at hetta kann geva eitt størri avkast enn innistandandi á kontu.

Á talvuni niðanfyri sæst, hvat avkastið hjá einum kunda í BankNordik við miðal váða hevur verið seinastu árini. Miðal váði merkir, at 50% av íløguni eru sett í partabrøv og hin helmingurin í lánsbrøv.

Talan er um nettoavkastið, tað vil siga avkastið aftan á, at kostnaður til íløgufeløg og bankan er rindaður.

Váði
Tá ið tú gert íløgur, er tað altíð ein váði fyri, at tú ikki fært tað burtur úr, sum tú hevði væntað. Vit mæla til, at tú leitar tær ráðgeving, áðrenn tú gert íløgur.

Avkast

2015

2016 2017 2018 2019 2020
2021   
2022  2023  ÁTD - 31. jan  Avkast síðani 2014

9,62%

2,26% 6,12% -5,94% 14,11% 1,51% 12,03%   -14,42%  8,48%  0,87% 35,97%

 

Talan er um nettoavkastið, tað vil siga avkastið aftan á, at kostnaðurin til íløgufeløg og bankan er rindaður. Avkastið er vegleiðandi. Avkastið kann vera ymiskt frá kunda til kunda alt eftir upphædd, inngjaldi o.a.

Greitt yvirlit í Netbankanum

Sum kundi hjá okkum hevur tú tann fyrimunin, at tú hevur fult yvirlit yvir tínar íløgur. Í Netbankanum kanst tú fylgja við gongdini alt samdøgrið – tú kanst síggja avkastið av tínum íløgum, kostnaðir og kunning um einstøku íløguprógvini. Harafturat sært tú eisini feløg, sum íløgurnar eru gjørdar í. 

Tú hevur sostatt fult yvirlit yvir, hvat avkastið av tínum íløgum er – bæði í Netbankanum og í Netbankanum sum app.

Handil í Netbankanum

Í Netbankanum kanst tú røkta og fylgja við tínum íløgum alt samdøgrið

Vit røkta íløgurnar fyri teg

Fá meira at vita um, hvussu vit kunnu hjálpa tær

Góð ráð

Til tín, ið keypir fyrstu ferð

Íløgufeløg

Serfrøðingar taka sær av tínum íløgum, og tú avmarkar váðan fyri tapi við at spjaða íløguna á fleiri virðisbrøv.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv