
NordikPensjónsRøkt
Við NordikPensjónsRøkt fært tú persónliga røkt av tínari pensjónssamansparing. NordikPensjónsRøkt er til tín, sum ynskir at betra tínar fortreytir fyri størri avkasti av tínari pensjónssamansparing.
Stutt um NordikPensjónsRøkt
Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at tín pensjónssamansparing altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.
Yvirlit við Netbankanum
Við Netbankanum hevur tú altíð yvirlit yvir tína pensjónssamansparing - tað gevur tryggleika og gjøgnumskygni.
- Tak niður produktblað um NordikPensjónsRøkt
- Les meira um NordikPensjón heildarloysnina
Bílegg fund um NordikPensjón og fá meira at vita.