Mastercard Business
Mastercard Business er eitt altjóða gjaldskort, sum er ætlað fyritøkum og vinnurekandi. Kortið er sera væl egnað sum útreiðslukort og kann útflýggjast teimum starvsfólkum í fyritøkuni, ið hava tørv á kortinum. Tryggingar eru eisini knýttar at kortinum.
Vit bjóða Mastercard Business sum Standard, Gold og Platinum.
Samanber kort

Standard
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
- Nýtsluhámark: 30.000 kr.
- Kreditthámark: 30.000 kr.
- Ferðatrygging íroknað.

Gold
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
- Nýtsluhámark: 50.000 kr.
- Kreditthámark: 50.000 kr.
- Ferðatrygging íroknað

Platinum
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 10.000 kr. Tó í mesta lagi 50.000 um mánaðin.
- Vel nýtsluhámark á 100.000 kr. ella 250.000 kr.
- Kreditthámark: 250.000 kr.
- Ferðatrygging íroknað
- Atgongd til lounge-øki á flogvøllinum við Priority Pass.
Mastercard Business og trygging
Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí yvirlit yvir tryggingar niðanfyri.
Priority Pass
Fá atgongd til bíðistovur á flogvøllum kring allan heimin, um tú hevur Mastercard Platinum.

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp
Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.
Spurningar og svar
Um kortið verður misnýtt
Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.
GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:
- Navn
- Bústað
- Peningastovn
- Kortnummar ella kontunummar
Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.
Hvussu nógv ber til at brúka?
Hvør í fyritøkuni kann fáa eitt kort?
Hvussu sperri eg kortið?
Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið. Í avgreiðslutíð okkara kanst tú venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.
Uttanfyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.
GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:
- Navn
- Bústað
- Peningastovn
- Kortnummar ella kontunummar
Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.