Orkulán

Orkulán er til tín, ið hevur ætlanir um at gera orkusparandi og umhvørvis-vinarligar ábøtur á bústaðin.

Umframt at bústaðurin fer at brúka minni av orku og sostatt gerst meira umhvørvisvinarligur, eru grønar loysnir eisini góðar fyri tín pengapung.

 

Læn upp til 400.000 kr.
Við einum orkuláni kanst tú læna upp til 400.000 kr. við eini afturgjaldstíð, ið er upp til 20 ár. Harafturat fært tú lagaliga rentu, um tú ert Nordik-kundi. Les meira longur niðri á síðuni.

Orkulán

Orkulán kann nýtast til:

  • Bjálving av bústaði
  • Nýggj vindeygu
  • Nýggja tekju ella klædning
  • Nýggja ella alternativa orkuskipan
  • Vinnuligar bygningar
  • Uppíbygging
  • Nýbygging

Visti tú...

... at tú kanst gera størst mun við at skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan? 


 

Orkulán við lagaligari rentu

Við einum orkuláni kanst tú læna upp til 400.000 kr. við eini afturgjaldstíð, ið er upp til 20 ár. Harafturat fært tú lagaliga rentu.

Lagaliga rentan og lagaligu treytirnar eru tó bara galdandi fyri kundar, sum eru í okkara fyrimunaskipan - fyri aðrar kundar verður víst til galdandi rentuyvirlit.

 

Bestu rentuna við Nordik

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik-kundi, fært tú lagaligari rentur og nógvar ókeypis tænastur.


Grønt bústaðarlán

Lánið er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku.

Bústaðarlán

Skalt tú keypa ella byggja hús, hevur tú møguleika at taka Bústaðarlán.

Bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Elbil-lán

Við elbilláninum hjá okkum er tað bíligari at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal keypast.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv