
Elbillán við lagaligari rentu
Eitt billán er millum tær mánaðarligu útreiðslurnar, ið hava størst ávirkan á tíni fíggjarviðurskifti. Men við okkara láni til elbil kanst tú fáa eitt bíligari lán - og samstundis koyra umhvørvisvinarligt.
Vit hava sett løðistøðir upp við allar okkara deildir kring landið, har tú kanst løða bilin heilt ókeypis ísv. kundafund.
Lagalig renta
Rentan á elbilláninum er væl lægri enn á vanliga billáninum, og tað ber til at læna pening til bæði bíligar og dýrari elbilar.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um teir fíggjarligu fyrimunirnar, sum tú kanst fáa við einum láni til elbil.

Fíggjarligir fyrimunir
Umframt serliga lagaligu lánsrentuna fært tú hesar fyrimunir, tá ið tú velur ein elbil.
- Eingin vegskattur
- Einki skrásetingargjald
- Tú fært upp í 70.000 kr. av meirvirðisgjaldinum endurgoldnar
Tosa við okkum
Ætlar tú at keypa bil, ert tú vælkomin at tosa um okkum. Vit hava drúgvar royndir við at ráðgeva øðrum í somu støðu.
Ring 330 330 - tað kostar einki at spyrja.