Barnasamansparing

Vit bjóða Barnasamansparing við lønandi rentu frá fyrstu krónu. Foreldur, ommur, abbar og onnur kunnu seta pening inn á kontuna.

Tá tit koyra eitt oyra í sparibússuna, gera tit eina íløgu í framtíðina hjá barninum. Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað. 
Einki hámark er fyri inngjaldi á Barnasamansparingina, og setast kann inn á kontuna eftir ynski. Til ber at stovna fastar flytingar inn á kontuna, og eisini ber til at gera vanlig inngjøld.

 

Einfaldar reglur

Tá ið Barnasamansparingin verður stovnað, skalt tú minnast til at:

  • Kontan hevur skiftandi rentu
  • Kontan verður stovnað í barnsins navni
  • Sáttmáli verður undirskrivaður

Barnasamansparing er ein bundin konta 

Kontan er í minsta lagi bundin, inntil barnið verður 15 ár, og kann ikki sigast upp. Tá ið kontan verður stovnað, kunnu foreldur eisini velja at hava kontuna bundna uppaftur longri, t.d. inntil barnið verður 18 ár ella heilt til tað verður 21 ár. Við Barnasamansparing er sostatt vissa fyri, at innistandandi peningurin veruliga er tøkur, tá foreldrini ynskja, at peningurin kann takast út.

Barnið kann velja at taka upphæddina út í upp til ein mánað eftir, at bundna tíðarskeiðið er av uttan at siga kontuna upp ella rinda avgjald. Eftir at hesin mánaður er liðin, verður Barnasamansparingin sjálvvirkandi broytt til eina vanliga kontu við 3 mðr. uppsagnartíð. 

Vøggugáva til barnið

Tá ið tú stovnar barninum eina samansparing við fastari flyting, fær barnið eina prýðandi flaggketu frá Steinum. Minst til at hava p-talskort, dóps- ella navnabræv og pass hjá øðrum av foreldrunum við, tá ið tú kemur inn í eina av deildum okkara at stovna samansparingina.

Set Barnasamansparingina í íløgur

Um tú vilt geva barninum møguleika fyri at fáa størri avkast av samansparingini, kunnu vit seta hana í virðisbrøv fyri teg. Vit brúka Optima, ið merkir, at íløgurnar verða væl spjaddar í fleiri hundrað væl útvald partabrøv og lánsbrøv. Set teg í samband við tín ráðgeva, og fá meira at vita.

NordikBørn

Góð ráð til foreldur

Børn tegner på Vitus papir

Lær við Vitusi

Innskjótaratrygd

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv