Bústaðarkonta 18-28 ár

Hugsar tú um at keypa, byggja um ella umvæla bústaðin? So er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Við eini bústaðarkontu er tað fíggjarliga lættari bæði at keypa, at byggja og at byggja um.

Tú ert vælkomin at tosa við okkum, áðrenn tú fert undir at spara saman. Á hendan hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur spart røttu upphæddina saman.

 

Fyrimunir við eini bústaðarkontu

  • Positiv renta á innistandandi.
  • Tú kanst nýta peningin til bæði keyp og umvæling av bústaði. 
  • Tú kanst velja, um tú setur eina fasta upphædd á kontuna hvønn mánað ella eina størri upphædd.

Hvussu nógv skal eg spara saman?

 

Fyri at fáa greiði á, hvussu nógv tú skalt spara saman, er gott at vita:

  • hvussu nógv tú hevur eftir hvønn mánað,
  • hvussu dýrur bústaðurin verður,
  • hvussu stórt lán tú kanst taka,
  • og um tú frammanundan hevur eina upphædd, sum tú kanst brúka.

Ofta settir spurningar

Hvør kann stovna eina bústaðarkontu?
  • Kundar millum 18 og 28 ár
  • Fleiri kunnu standa fyri kontuni og sostatt eiga hana saman.
Hvussu høg er rentan?
Sí rentuyvirlit her.
Er hámark fyri innistandandi upphædd?
Upphæddin á kontuni kann í mesta lagi vera 500.000 kr.
Hvat skal kontan brúkast til?
  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
  • Keyp av ávíkavist grundstykki, sethúsum og íbúð
  • Sethúsabygging / íbúðarbygging
  • Umvæling og/ella umbygging av bústaði. Hetta fevnir eisini um bilhús, tún, garð, fast innbúgv t.d. køkur, gólv o.s.fr.
Eru avmarkingar í sambandi við útgjald?
  • Fyri at tryggja at peningurin verður brúktur til rætta endamálið, skalt tú skjalpróva, hvat peningurin verður brúktur til, t.d. skeyti, tinglýsing, rokningar/kvittan fyri umvælingar.
  • Tað er gjørligt at fáa lutvíst útgjald, um peningurin verður nýttur til rætta endamál.
Hvat hendir um eg angri?

Um tú angrar og vilt nýta peningin til annað endamál enn til bústaðin, verður kontan gjørd um til eina kontu við uppsagnarfreist á tríggjar mánaðir, og útgoldin renta verður tikin aftur. Um freistin ikki verður hildin, verður kostnaður lagdur á.

Fígging

Ymiskir hættir at fíggja nýbygging og  umvæling av bústaðnum.

Hvat kostar tað?

Rokna teg fram til, hvussu nógv tú kanst læna.

Áðrenn tú byrjar

Hvat skalt tú serliga hava í huga, áðrenn tú byrjar.

Mand bygger vinduesparti

Orkusparandi ábøtur

Tað kann minka um orkunýtsluna, um tú bjálvar húsini og skiftir vindeygu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv