Samansparingarkonta

Við einari samansparing kanst tú fáa peningin at vaksa og harvið skjótari røkka tínum málum. Annaðhvørt tú spara saman til bústaðin, ferðir, veitslur ella okkurt annað, ið tú ynskir tær. Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga, og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu. 

Stutt og greitt um samansparingarkontuna

  • Kontan hevur skiftandi rentu
  • Tú kanst velja at hava fleiri samansparingar, t.d. eina til bústaðin og eina til ferðir.
  • Tú kanst velja at hava kontuna bundna í 3 mánaðir ella 12 mánaðir
  • Tú avgert, hvussu nógv tú ynskir at spara saman – tað er eingin avmarking á upphæddini
  • Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr.)

Les meira

Samansparing til bústaðin

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.  

 

Samansparing til børnini

Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv