Ráð til at arbeiða minni

Meiri tíð til familjuna ella frítíðarítrivini? Sama hvør orsøkin til at arbeiða minni er, so er avleiðingin aloftast, at inntøkan minkar. Tí er tað umráðandi at hava vissu fyri, at tú fært tað at hanga saman fíggjarliga, tá ið inntøkuviðurskiftini broytast. 

Vit kunnu hjálpa tær at fáa greiðu á, hvørt tað verður ringt at fáa endarnar at røkka saman, ella um tað bara krevur smávegis tillagingar fyri at mala runt. Vit leggja eina nýggja fíggjarætlan, sum endurspeglar broyttu inntøkuviðurskiftini, og vit gera neyðugar tillagingar í útreiðslunum. 

Avleiðingar nú og í framtíðini

Avgerðin um at arbeiða minni kann væl vera røtt fyri teg. Kortini er tað umráðandi, at tú gert tær greitt, at ein lægri inntøka bæði hevur avleiðingar fyri lívið beint nú og í framtíðini.

Vert at hugsa um

  • Broytingin í inntøkuni ávirkar eisini tína pensjón og møguliga eisini tínar ætlanir um uttanlandsferðir ella keyp av bústaði.
  • Er tað ein møguleiki at keypa meira tíð - t.d. við at rinda øðrum fyri at loysa húsligar uppgávur sum eitt nú reingerð - í staðin fyri at fara niður í arbeiðstíð?
  • Um tit eru tvey vaksin í húskinum, umhugsið so inntøkurnar hjá tykkum, og hvørt tað møguliga loysir seg betur, at makin fer at arbeiða minni. 
  • Kanna tínar útreiðslur - møguliga kanst tú spara pengar við at minka um ymisk hald og limagjøld.
  • Um tú fert at arbeiða minni, fært tú eisini betri umstøður til at leggja húsarhald og innkeyp til rættis, og harvið kanst tú spara.
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur spart eitt sindur av peningi saman, áðrenn tú fert at arbeiða minni ella fert í farloyvi. Tað er altíð gott at hava eina samansparing - og kanska serliga tá inntøkan minkar.

Legg tína egnu fíggjarætlan

Gevur tær yvirlit og tryggleika.

Minst til pensjónina

Tað ávirkar eisini tína pensjón, um inntøkan lækkar.

Spar saman

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur spart eitt sindur saman, áðrenn inntøkan minkar.

Lívið við børnum

Børn eru ein gáva og ein gleði. Tað er tó ikki heilt ókeypis at vera foreldur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv