Pensjónslívið

Gleðir tú teg til at kunna ferðast meira ella til at fáa meira tíð til ítriv og barnabørn? Uttan mun til, hvussu tú ynskir at liva pensjónstilveruna, er tað ein stórur fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur ráð til at liva tað lívið, sum tú ynskir, tá tú ert farin frá fyri aldur.

Kravd samansparing

Í Føroyum er tað lógarkrav, at øll í arbeiði spara saman til pensjón. Kravið er, at tú í 2021 rindar í minsta lagi 7 prosent av lønini í pensjón. Prosenttalið hækkar við 1 prosenti á hvørjum ári inntil í 2026, tá tað er 12 prosent. Inngjaldið kann tó hækkast skjótari, og summi flyta longu fulla upphædd, 12% av lønini.

 

En flok kvinder i pensionsalder hygger sig i svømmehal

Til tín, ið skjótt skalt pensjónerast

Góð ráð til tín, ið nærkast pensjónsaldri.

Par situr og drekkur kaffi við bátahylin

Ert tú mitt í arbeiðslívinum?

Tað er ein stórur fyrimunur, um tú á ungum árum byrjar at spara saman til pensjón.

Hvussu nógv skalt tú spara saman?

Um tú fegin vilt varðveita ein ávísan livifót, tá ið tú fert frá fyri aldur, eru 7% í pensjónssamansparing helst ikki nøktandi. Tí er tað avgerandi, at tú gert tær greitt, hvat tú vilt hava ráð til. Um tú tosar við okkum um tíni ynskir, kunnu vit seta eina pensjónssamansparing saman, so hon hóskar til tín tørv.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv