Kvinna súkklar

Kvinnur og pensjón

Lægri inntøka og styttri tíð á arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru helst høvuðsorsakirnar til, at kvinnur ofta eru afturúrsigldar, tá ið tað ræður um pensjónssamansparing. Av tí at kvinnur samstundis liva longur enn menn, er tað eyðsæð, at pensjónssamansparingin hjá nógvum kvinnum neyvan er í samsvari við ímyndina av eini fjálgari pensjónstilveru, har tað eisini er ráð til at liva.

Tað eru sostatt ofta hesi trý viðurskiftini, sum hava við sær, at pensjónssamansparingin hjá kvinnum er lægri enn hjá monnum.

  1. Kvinnur hava í miðal lægri inntøku enn menn

  2. Kvinnur eru samanlagt styttri á arbeiðsmarknaðinum orsakað av barnsburðarfarloyvum og parttíðarstørvum

  3. Kvinnur liva longur enn menn 

Samansaparing og íløgur

Set pensjónina í íløgur

Fyrimunir:

  • Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari pensjónssamansparing
  • Tú fært eina persónliga pensjónsskipan, ið verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
  • Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
  • Tú hevur fult yvirlit og gjøgnumskygni í Netbankanum

Lítil áhugi, stór avleiðing

Nógv eru røsk at leggja uttanlandsferðir, jólaveitslur, føðingardagar og onnur tiltøk til rættis í góðari tíð. Men tá ið tað snýr seg um aldurdómin, gerst tað óítøkiligt, minni spennandi at tosa um, og hugurin til at leggja til rættis hvørvur. Uttan mun til um tú ert í 30-unum, 40-unum ella 50-unum, er tað av alstórum týdningi, at tú hugsar um framtíðina og tilveruna eftir arbeiðslívið – tess fyrr, tess betri. Tín pensjónssamansparing kann nevniliga verða avgerandi fyri, um tú kanst liva tað lívið, sum tú ynskir, tá lønin skal skiftast út við pensjónina.

Kyn og fíggjarviðurskifti

Hyggja vit eftir pensjónssamansparingini hjá føroyingum, so hava menn eina pensjónssamansparing, sum er áleið 25% hægri enn hjá kvinnum. tað eru serliga kvinnur, sum búgva uttan fyri miðstaðarøkið, sum hava eina lága pensjónssamansparing - munurin millum kynini, sum eru búsett uttan fyri Tórshavnar kommunu, er áleið 38%. Fyri tey, sum eru búsett í Havnini er munurin 12%.

Hetta vísa nýggj tøl hjá BankNordik. Tølini taka støði í miðvirðinum og skulu takast við fyrivarni, tí fleiri kunnu hava sína pensjónssamansparing í fleiri feløgum.

 

En flok kvinder i pensionsalder hygger sig i svømmehal

Veitst tú nóg mikið um tína pensjón?

Hevur tú skil á fyribrigdum sum arbeiðsmarknaðareftirløn, fólkapensjón og egin pensjónssamansparing? Her kanst tú lesa eitt sindur meira um tað, sum er vert at vita um pensjónsviðurskifti í Føroyum. 

Set pensjónina í íløgur

Okkara serfrøðingar røkta tína pensjónssamansparing fyr teg, og tú hevur altíð yvirlit.

Par situr og drekkur kaffi

Pensjón - spar saman í góðari tíð

Annaðhvørt tú ynskir eina heildarloysn ella bert hevur tørv á einari pensjónskontu, kunnu vit hjálpa tær. 

Vert at vita um pensjón

Nógvir eru spurningarnir og ivamálini, tá ið tað snýr seg um pensjón.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv