Keypa bústað í Danmark

Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tað kann tó tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum.

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, er nógv at hugsa um og taka støðu til. 

Danski bústaðarmarknaðurin

Keypstilgongdin er ein onnur í Danmark enn í Føroyum. T.d. gera onnur viðurskifti seg galdandi í mun til fígging, skatt, skeyti og yvirtøku. Eisini eru fíggingarmøguleikarnir skrúvaðir øðrvísi saman í Danmark, og tað eru fleiri møguleikar fyri samanseting av lánum.  

 

Vilt tú vita meira?

Á webinarinum um bústaðarkeyp í Danmark verða viðurskifti, ið viðvíkja keypi av bústaði í Danmark viðgjørd.

Vit hava royndirnar og vitanina

Í BankNordik kenna vit tann danska bústaðarmarknaðin. Vit ráðgeva kundum okkara um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið íløga verður gjørd í ein bústað í Danmark.

Byggikredittur

Fíggja tína bygging ella umbygging við kappingarførari rentu.

Realkreditt fígging

Fá eitt realkredittlán við fastari ella skiftandi rentu og gjøgnumskygdum prísum.

Góð ráð til bústaðarkeypið

Til tín, ið kanska skalt keypa bústað fyrstu ferð.

Fyrimunaskipan

Nordik

Les meira um okkara fyrimunaskipan.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv