Selja bústað

Eitt nýtt heim fyri framman

Orsøkirnar til at selja bústaðin kunnu vera so nógvar. Kanska ynskir tú at fáa størri fíggjarligt rásarúm, hevur tørv á meira ella minni plássi, ella møguliga vilt tú búgva nærri familjuni.

Sama hvør orsøkin er, kunnu vit ráðgeva tær í allari sølutilgongdini. Vit hava holla vitan á økinum og hava ráðgivið nógvum kundum í somu støðu. Hjá okkum fært tú eisini ráðgeving og hjálp í sambandi við eitt møguligt nýtt bústaðarkeyp.

Her á síðuni finnur tú viðkomandi tilfar viðvíkjandi bústaðarsøluni. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum - saman finna vit røttu loysnina til tín.

Bústaðarsølan stig fyri stig

Fá meira at vita um sølutilgongdina.

Ungt par med flyttekasser og en plante

Vert at vita um bústaðarsølu

Nógv er at hugsa um, tá ið bústaðurin skal seljast.

Søla ella umvæling

Loysir tað seg betur at umvæla ella selja?

Tá ið sølan er framd

Hvat skalt tú tá hugsa um?

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv