Børn og trygg atferð á netinum

Fantastiskir vinningar og óvanliga bíligar vørur. Soleiðis royna svindlarar at lumpa pengar og persónligar upplýsingar úr fólki – og tíverri eisini úr børnum og ungum.

Svikini kunnu vera ymisk. Meðan summi børn kanska gjalda fyri eina vøru, sum tey ongantíð fáa, kunnu onnur verða drigin inn í mál, sum hava við hvítvask at gera. Hetta er tíbetur ikki vanligt í Føroyum, men vit eiga øll at vera ansin.

Tre teenagere og en mobil

Góð ráð til børn

  • Tú skal ikki flyta ella taka pengar út fyri onnur
  • Lat ongum tíni loyniorð, bankaupplýsingar ella aðrar persónligar upplýsingar
  • Ver varin við vinum á netinum, sum tú ongantíð hevur møtt
  • Tá tú keypir á netinum, eigur tú bara at keypa á almennu síðuni hjá handlinum, sum tú keypir frá

Góð ráð til foreldur

Tað er umráðandi, at tú fylgir væl við í øllum keypum og flytingum hjá barninum. Tað er eisini umráðandi, at tú fylgir væl við á tínum egnu kontum, tí títt kort kann vera knýtt at spølum og heimasíðum, sum barnið brúkar.

Harafturat er tað altíð gott at tosa opið við barnið um pengar og atferð á netinum og eisini at vísa barninum á tær fellur, sum ein kann detta í, um ein ikki ansar eftir.