Hvat hendir í bankanum?

Tá ið ein kundi doyr, fær bankin boð frá Skiftirættinum. Eftir hetta hava vit skyldu til at sperra kort og kontur, avtalu um Netbanka, goymslur við virðisbrøvum v.m. hjá viðkomandi. Gjøld til lán, fastar flytingar og gjøld frá fíggjarkontu verða eisini sperrað.

Hetta kann hava nakrar avbjóðingar við sær fyri tey, sum sita eftir – serliga um tit hava verið gift ella hava fíggjarviðurskifti, ið eru flættað saman. Kanska tú hevur tørv á atgongd til tykkara felags kontur og gjaldskort, og tí er tað umráðandi, at tú setur teg í samband við okkum, soleiðis at vit kunnu finna eina loysn.

Vit vilja fegin hjálpa tær

Tá ið ein av tínum nærmastu doyr, kann tað vera sera trupult at hugsavna teg um fíggjarligu viðurskiftini. Vit vilja fegin hjálpa tær, og tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Les eisini

Arvur og testamenti

Les um, hvør arvar hvønn, og hvat eitt testamenti er. 

Búgvið verður viðgjørt

Les um hvussu búgvið verður viðgjørt, tá ið ein av tínum nærmastu fer. 

Alt tað praktiska

Vit hava gjørt ein lista við øllum tí praktiska, sum tú skalt hugsa um. 

Poddur um arv og testamenti

Lurta eftir okkara poddi um arv og testamenti. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv