Fara frá hvørjum øðrum

Tað er ein stór kollvelting, tá ið tú og makin fara frá hvørjum øðrum. Tað er nógv at taka støðu til, og í hesi truplu støðu er tað kanska ikki tíni fíggjarviðurskifti, sum fylla mest í tínum huga. Men tað er umráðandi at fáa greiði á hesum partinum eisini, soleiðis at tú kann byrja nýggja kappittulin við eini sunnari fíggjarstøðu.

Poddur um hjúnaskilnað

Tú kanst lurta eftir okkara poddi um hjúnaskilnað her og soleiðis fáa nøkur góð ráð til, hvussu tú kanst fóta tær fíggjarliga.

Vit vilja fegin hjálpa tær

Allir okkara ráðgevar hava tagnarskyldu – eisini yvirfyri fyrrverandi makanum – og vit hava hjálpt fleiri í somu støðu sum tú. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving – eisini um tú hevur tíni fíggjarviðurskifti onkra aðrastaðni.

 

Fá betri yvirlit

Niðanfyri kanst tú lesa meira um ymiskar tvístøður, sum tit kunnu vera í, tá ið tit fara frá hvørjum øðrum. Hvussu skulu pengarnir býtast? Hvat skulu tit hugsa um, um tit hava børn saman? Og hvussu við skatti, trygging og pensjón?

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv