Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er ein nýggjur og spennandi kapittul í tínum lívi. Tað kann kennast bæði spennandi og samstundis eisini ræðandi at skula standa á egnum beinum fyri fyrstu ferð. At standa á egnum beinum merkir tó ikki at vera einsamallur – vit vilja gjarna hjálpa tær ávegis og hava tí samlað nøkur góð ráð, ið óivað kunnu hjálpa tær.

1. Legg fíggjarætlan

Tað er umráðandi at hava eitt samlað yvirlit yvir tínar pengar, so tú kanst tryggja, at pengarnir røkka allan mánaðin og ikki bert ta fyrstu vikuna. Tí mást tú vita, hvørjar inntøkur (studningur, løn o.l.) og hvørjar útreiðslur, tú hevur hvønn mánað. Her er ein fíggjarætlan eitt sera hent amboð til at geva tær tað neyðuga yvirlitið.

Umframt at leggja eina fíggjarætlan, kanst tú gera gerandisdagin enn lættari við at stovna eina nýtslukontu og melda tínar føstu útreiðslur til GjaldsSkipanina. So sleppur tú nevniliga undan at fáa óvæntaðar rokningar síðst í mánaðinum.

 

2. Melda flyting

Í seinasta lagi 5 dagar eftir, at tú hevur fingið nýggjan bústað, skalt tú boða kommununi frá. Flestu kommunur hava eitt oyðublað á heimasíðuni, tú kanst útfylla og senda aftur. Um tú flytur í somu kommunu, sum tú búði í áðrenn, krevst ongin undirskrift. Men um tú flytur millum kommunur ella frá útlandinum krevst ein undirskrift. Tá ið tú hevur meldað flyting til kommununa, fáa Landsfólkayvirlitið og Taks sjálvvirkandi boð um tín nýggja bústað. Tú skalt tó boða Posta og tínum peningastovni frá nýggja bústaðnum.

 

3. Trygging

Tá ið tú flytur heimanífrá og í egnan bústað, skalt tú tekna eina trygging, ið bæði dekkar teg og títt innbúgv. Tó ert tú dekkað/ur av tryggingini hjá foreldrum tínum til tú fyllir 21 ár.
At velja trygging frá kann enda við at verða ein dýr avgerð, um tú skuldi verið óheppin. 

Minst til, at ein trygging kostar minni enn ein pitsa um mánaðin.

 

4. Spar saman

Set pening til síðis í fíggjarætlanini til feriur og gávur. Soleiðis hevur tú altíð nokk av pengum – eisini í ferium, og tá ið nógvir føðingardagar eru. Nýt samansparingartólið til at finna út av, hvussu nógv, tú kanst leggja til síðis.

5. Royn at sleppa undan skuld  

Skuld kann vera sera kostnaðarmikil – serliga tey dýru snarlánini - so royn at sleppa undan tí. Hvørja ferð, tú lænir, skalt tú rinda rentur og gjøld. Viðhvørt er tað tó neyðugt at taka lán fyri at fáa gerandisdagin til at hanga saman, og her er eitt lestrarlán frá Studna ikki nøkur ring loysn. Hevur tú tørv á at fáa eina hægri upphædd í einum til t.d. innskot til eina íbúð e.l., so er eitt NordikSolo-lán ein møguleiki. 

Tosa við okkum, áðrenn tú tekur avgerð um at læna. Vit kunnu heilt vist finna eina loysn saman, ið hóskar til tín.

Legg fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina av tínum pengum.

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit 5 góð ráð til tínar pengar.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Keypa bústað

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur. 

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum boð