Nærsamfelagið

Nú samtakið hevur vaksið um virksemið í Norðurlondum, leggur BankNordik seg í sama mun eftir at stuðla tiltøkum, ítróttafeløgum og mentanarlívi í teimum nærsamfeløgum, sum bankin virkar í.

 

Leikluturin hjá BankNordik í samfelagnum

Sum lánsveitari, fíggjarligur ráðgevi og útvegari av fíggjarloysnum hevur BankNordik ein týðandi leiklut í samfelagsbúskapinum. Vit kýta okkum hvønn dag at lætta um gerandisdagin hjá okkara kundum, m.a. við at veita:

  • Privatkundum bústaðarlán, so teir kunnu seta føtur undir egið borð

  • Pensjóns- og samansparingarmøguleikar, sum tryggja ta fíggjarligu framtíðina hjá kundunum

  • Virkjum, sum tørvar nýggjan kapital til at vaksa seg størri ella gera handilshugskot til veruleika, lán

  • Gjaldkort og netbanka, so tað verður lættari at avgreiða gjaldingar og stýra egnum fíggjarviðurskiftum

  • Húsarhaldum og virkjum fíggjarráðgeving við at brúka serkunnleikan hjá okkara starvsfólkunum


Sostatt gera vit okkara til at tryggja framtíðarvælferðina hjá kundunum, veita teimum innlit, tá ið týðandi avgerðir skulu takast á lívsleiðini, og avgreiða flytingar stundisliga og neyvt. Bankin er eisini ein týðandi kapitalkelda hjá bæði stórum og smáum virkjum. Hetta skapar samfelagnum virði og er ein fyritreyt fyri búskaparvøkstri. BankNordik leggur eisini virði eftir seg við at skapa arbeiðspláss, rinda skatt og stuðla felagsskapum og samstørvum í nærsamfelagnum.

Stuðul í nærsamfelagnum

Í BankNordik arbeiða vit út frá okkara virðisgrundarlagi, sum byggir á kjarnuvirðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí velja vit at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til okkara virði.

Stuðulsavtalur

Ásannandi tann avgerandi týdningin, sum mentanar- og ítróttafeløg hava fyri savningarmegina í samfelagnum, hevur BankNordik søguliga stuðlað alskyns framtakssemi í nærsamfelagnum. BankNordik raðfestir mentanarfeløg, ítróttafeløg og annað framtakssemi við breiðum útboði og limum í øllum aldri. Stuðulin skal gagna báðum pørtum, og endamálið skal sampakka við virðisgrundarlagið hjá BankNordik, sum byggir á grundvirðini: dugnasemi, eldhuga og framsøkni. Í 2018 stuðlaði BankNordik framtakssemi í nærsamfelagnum fyri umleið 2,1 mió. krónur. Stuðulin varð latin ítrótti, mentan, felagslívi og vælgerðararbeiði.

 

 

BankNordik-savnið

Í sambandi við at bankin stuðlar føroyskari list, hevur BankNordik, síðan bankin varð stovnaður, støðugt ognað sær føroysk listaverk. Tí eigur bankin í dag eitt lutfalsliga stórt listasavn. Tillagingarnar í deildabygnaðinum tey seinnu árini bera í sær, at virksemið hjá bankanum nú er savnað á munandi færri støðum, og tí er listasavnið hjá bankanum, sum fyrr var býtt millum deildirnar, nú í nógv minni mun í umferð og atkomandi hjá almenninginum. Fyri at tryggja, at eisini tann parturin av listasavninum hjá bankanum, sum í dag ikki er í umferð, verður atkomandi hjá almenninginum, hevur BankNordik stovnað ein sjálvsognarstovn – BankNordik-savnið – sum hevur tikið við ognarrættinum til listasavnið. Stovnurin varðar av umleið 600 listaverkum og hevur til endamáls at:

  • eiga og røkja listasavnið

  • stuðla føroyskari list

  • skipa fyri framsýningum og læna listaverk út

  • samstarva við privatar og almennar stovnar í Føroyum og uttanlands um framsýningar


Í sambandi við at BankNordik-savnið varð sett á stovn, setti bankin í 2016 eina fjórðingsmillión krónur í sjálvsognarstovnin til rakstur. Tíðarskeiðið 2017-2021 setur bankin hálvt annað hundrað túsund krónur um árið í stovnin, so at talan tilsamans verður um eina millión krónur. Stovnsraksturin er latin nevndini í grunninum upp í hendur, og inntøkurnar skulu eitt nú stava frá framsýningum og øðrum tiltøkum, útleigu av listaverkum og øðrum almennum og privatum stovnum.


Les meira um BankNordik-savnið.

Um samtakið

Les meira um virksemið hjá samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Samfelagsábyrgd

Tað er ein natúrligur liður í virksemi okkara at taka samfelagsábyrgd.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðslu bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv