Visti tú ...

... at tú kanst gera størst mun við at skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan og samstundis spara pening frá fyrsta mánaði?

 

Vit búgva í einum landi…

… sum gevur okkum so nógv.

Her á síðuni kanst tú lesa meira um tínar møguleikar.

Tú kanst millum annað lesa um, hvussu tú kanst spara pening, samstundis sum tú gagnar umhvørvinum.

Poddur um burðardyggar loysnir

At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin? Vit tosa við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni, um, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í gerandisdegnum, og hvussu nógv vit kunnu spara.

Burðardygd - Orkulán

Íløgur, ið gera mun

Ein persónur, ið setur 100.000 kr. í ábyrgdafullar íløgur, kann upp á 42 ár vera við til at minka um CO2-útlátið við 91 tonsum av CO2.

Les meira

Okkara leiklutur

Vit fíggja ein stóran part av íløgunum hjá føroyskum húsarhaldum og vinnulívi, og tí hava vit ein lyklaleiklut í grønu umstillingini. Hetta gevur okkum bæði ábyrgd og møguleika at vera við til at flyta samfelagið á eina burðardyggari leið. 

Vit arbeiða áhaldandi við at minka okkara egna CO2-útlát, men størsta munin kunnu vit tó gera við at hjálpa okkara kundum at velja burðardyggar loysnir. Tí hava vit m.a. gjørt tað bíligari at taka lán til ein elbil framum ein bensinbil og at hita húsini við varandi orku í staðin fyri olju. 

 

Soleiðis gera vit mun

Sum ein av størstu peningastovnunum í landinum hava vit stóra samfelagsábyrgd. Tað er tí púra natúrligt, at vit raðfesta burðardygd høgt til frama fyri bæði umhvørvið og borgarar í Føroyum. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv