Virkja kort
Tá tú skalt virkja títt gjaldskort, skalt tú brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu. Kundanummarið sært tú í høgra bredda í Netbankanum (á telduni) undir ”Kundanummar hjá avtalueigara”. Í Netbankanum sum app sært tú kundanummarið undir ”Uppseting”. Kundanummarið sæst eisini á tínum kontuavritum.
Tú virkjar kortið umvegis telefonina:
- Ring til Nets á telefon 0045 44897350
- Trýst kortnummarið, enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
- Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 + 4 tey síðstu tølini í tínum kundanummari, sum sæst í høgra teigi í Netbankanum og á kontuavritinum.
Eftir hetta fært tú boðini: ”Kortet er nu aktiveret”. Um tú ikki gert kortið virkið beinanvegin, verður tað sperrað. Minst til beinanvegin at undirskriva kortið á baksíðuni.
Nándgjald
Fyrstu ferð tú setur kortið í gjaldsterminalin og trýstir tína PIN-kotu, verður nándfunkan á kortinum virkin. Eftir hetta kann kortið brúkast til at rinda upp til 350 kr. uttan at seta kortið í terminalin.
PIN-kota
Um tú hevur eina felags PIN-kotu til tíni kort, skalt tú brúka hana til hetta kortið. Annars fært tú eina nýggja PIN-kotu við postinum.