Vegleiðing í sambandi við negativar innlánsrentur

Sum vit áður hava boðað frá, lækkar rentan á privatum innlánum niður í -0,75% tann 1. mars 2020. Negativa rentan ávirkar vanlig innlán omanfyri 500.000 kr. umframt øll innlán á pensjónskontum. Børn og ung undir 29 ár skulu tó ikki gjalda negativa rentu.

 Her á síðuni hava vit savnað spurningar og svar um negativar innlánsrentur, eins og tú sært, hvønn týdning rentan hevur fyri teg og tínar kontur. Tú fært eisini kunning um, hvussu tú boðar okkum frá, um tú vilt gera broytingar í sambandi við tínar kontur.

 

Spurningar og svar 

Hví er innlánsrentan negativ?

Fleiri bankar hava ásett negativa rentu á innlán hjá kundunum. Orsøkin er, at rentan í tjóðbankanum og á lánsbrøvum hevur verið negativ í fleiri ár, og hetta hevur við sær, at bankar í fleiri ár hava havt útreiðslur av innlánum hjá kundunum.

Í hesum filmsbrotum fært tú eina nærri frágreiðing um orsøkina til negativu rentuna. Sí filmsbrotini her.

 

 

Á hvørjum kontum skal negativ renta gjaldast?

Negativa rentan ávirkar vanlig privat innlán omanfyri 500.000 kr. umframt øll innlán á pensjónskontum. Børn og ung undir 29 ár skulu tó ikki gjalda negativa rentu.

Allir kundar kunnu hava tríggjar kontur uttan at gjalda negativa rentu: eina innlánskontu við upp til 500.000 kr. umframt tvær vanligar innlánskontur til dagligu fíggjarviðurskiftini – t.d. lønarkontu og fíggjarkontu – við upp til 50.000 kr. á hvørjari kontu. 

Um tú hevur fleiri enn tríggjar innlánskontur, skal negativ renta gjaldast av øllum upphæddum frá fjórðu kontu. Hetta er galdandi, sama hvussu nógvur peningur stendur á kontunum, ið eru undantiknar negativari rentu.

Í Netbankanum kanst tú velja “Treytir” á øllum tínum kontum. Har sært tú m.a., hvørja rentu tann einstaka kontan hevur.

Hvat kostar tað í krónum og oyrum, um eg havi eina kontu, har eg skal gjalda negativa rentu?
Um tú hevur eina kontu, har tú skalt gjalda negativa rentu av 10.000 kr., kostar tað tær uml. 75 kr. um árið. Er talan um eina kontu við 25.000 kr., skalt tú gjalda uml. 187 kr. í rentu um árið.

Viðvíkjandi spurningum um skattligu viðurskiftini í hesum sambandi verður víst til TAKS. Bankin boðar sjálvvirkandi TAKS frá tínum rentuútreiðslum við ársenda.
Hvørjar tríggjar kontur kunnu vera uttan negativa rentu?

Tær tríggjar konturnar uttan negativa rentu kunnu t.d. vera:

  • Lønarkonta
  • Samansparingarkonta
  • Fíggjarkonta

Um tú ivast í, hvørjar av tínum kontum kunnu vera uttan negativa rentu, ert tú vælkomin at tosa við okkum.

Eg havi kontur saman við øðrum – hvussu ávirkar tað meg?

Tú kanst hava tríggjar kontur, sum eru undantiknar negativari rentu. Tað ber tó bert til á kontum, har tú ert skrásett/ur sum høvuðseigari. At vera høvuðseigari vil siga, at kontan er skrásett við tínum p-tali.

Tá ið talan er um eina felagskontu, sum tú eigur saman við øðrum, er ein persónur altíð skrásettur sum ”høvuðseigari”, meðan ein ella fleiri onnur eru ”eigarar”. Í Netbankanum kanst tú velja ”Treytir” á øllum kontum, har tú m.a. sært, hvør er skrásettur sum høvuðseigari og eigari av kontuni.

Sum høvuðseigari ber til at hava í mesta lagi tríggjar vanligar innlánskontur (har upphæddirnar eru ávikavist 500.000 kr., 50.000 kr. og 50.000 kr.), har negativ renta ikki skal gjaldast.

Ert tú skrásett/ur sum høvuðseigari á meira enn trimum kontum, skal negativ renta gjaldast á øllum upphæddum frá 4. kontu og uppeftir. Hetta er galdandi, sama hvussu nógvur peningur stendur á 1., 2., og 3. kontu.

Hvat skal eg gera, um eg vil lata eina kontu aftur?

Tá ið tú vilt lata eina kontu aftur, skalt tú:

  1. fortelja okkum, hvørja kontu vit skulu flyta peningin á kontuni til. Tað ber bara til at flyta peningin til eina aðra av tínum kontum í BankNordik
  2. leggja til merkis, at fastar gjaldingar frá kontuni (t.d. rokningar, ið verða goldnar umvegis Gjaldsskipanina ella fastar flytingar), møgulig tænastugjøld og tilhoyrandi goymslur v.m. verða flutt til ta kontuna, ið tú upplýsir okkum
  3. minnast til, at gjaldskort, sum eru knýtt at kontuni - t.d. Visa/Dankort – ikki kunnu brúkast, tá ið kontan er latin aftur
  4. kanna, um tú hevur fastar gjaldingar, sum eru knýttar at gjaldskortinum – t.d. gjald fyri venjingarmiðstøð, stroymingartænastur ella annað. Um so er, verða hesar gjaldingar strikaðar, og tú mást sjálv/ur stovna gjaldingarnar umaftur á einum øðrum gjaldskorti
  5. boða øðrum frá nýggja kontunummarinum, um tað er onkur, ið fast ella javnan flytur tær pening
Eg vil fegin lata eina kontu aftur

Um tú vilt lata eina kontu aftur, er tað lættast fyri teg at senda okkum eini boð í Netbankanum. Tú kanst eisini geva okkum boð í MínBoks.

Kanna, um gjaldskort ella fastar flytingar eru knýtt at kontuni, áðrenn tú letur hana aftur. Les eisini spurningin omanfyri ”Hvat skal eg gera, um eg vil lata eina kontu aftur?”

 

Soleiðis gevur tú okkum boð gjøgnum Netbankan

Rita inn í Netbankan, trýst síðan á "Lat kontu aftur" í høgra bredda og fyll oyðublaðið út.

Tú kanst rita inn í Netbankan her

Tá ið kontan er latin aftur, fært tú boð frá okkum. Um vit hava spurningar, seta vit okkum í samband við teg.

 

Soleiðis gevur tú okkum boð gjøgnum MínBoks

Tú kanst senda okkum eini boð gjøgnum MínBoks. Sí vegleiðing her, har tú sært, hvussu tú sendir eini boð gjøgnum MínBoks.

Í boðunum verður tú vinarliga biðin um at upplýsa

  • kontunummarið á kontuni, ið skal latast aftur
  • kontunummarið á kontuni, har pengar, gjaldsavtalur, fastar flytingar og annað (frá afturlatnu kontuni) skal flytast til. Hetta skal vera ein av tínum egnum kontum í BankNordik
  • ”Lata kontu aftur” sum evni í boðunum
  • hvussu vit kunnu seta okkum í samband við teg, um vit hava spurningar

Tú fært boð frá okkum, tá ið kontan er latin aftur.

Eg vil hava eina aðra kontu at vera undantikna negativari rentu

Kundi tú hugsað tær, at ein onnur konta verður undantikin negativari rentu, er tað lættast fyri teg at senda okkum eini boð í Netbankanum. Tú kanst eisini geva okkum boð í MínBoks, um tú heldur vilt tað.

Legg til merkis, at tað bert eru vanligar innlánskontur, sum kunnu vera undantiknar negativari rentu, og at tú bert kanst brúka kontur, har tú ert skrásett/ur sum høvuðseigari. Les eisini spurningin omanfyri ” Hvørjar tríggjar kontur kunnu vera uttan negativa rentu?”

Tú kanst hava eina kontu uttan negativa rentu við 500.000 kr. og tvær kontur við 50.000 kr. uttan at gjalda negativa rentu.

 

Soleiðis sendir tú okkum boð í Netbankanum

Rita inn í Netbankan og trýst á leinkið ”Vel aðra kontu, sum skal vera uttan negativa rentu (500.000 kr.)” ella  ”Vel aðra kontu, sum skal vera uttan negativa rentu (50.000 kr.)” í høgra bredda.

Tú kanst rita inn í Netbankan her

Tú fært boð frá okkum, tá ið kontan er broytt. Um vit hava spurningar, seta vit okkum í samband við teg.

 

Soleiðis sendir tú okkum boð í MínBoks

Tú kanst senda okkum eini boð í MínBoks. Her er ein vegleiðing, sum vísir, hvussu tú gert.

Í boðunum verður tú vinarliga biðin um at upplýsa

  • kontunummar á kontuni, sum ikki skal vera undantikin negativari rentu longur
  • kontunummar á kontuni, sum framyvir skal vera undantikin negativari rentu
  • ”Broyta kontu uttan negativa rentu” sum evni í boðunum
  • hvussu vit kunnu seta okkum í samband við teg, um vit hava spurningar

Vit geva tær boð, tá ið kontan er broytt.

Hvussu síggi eg, hvørjar av mínum kontum eru undantiknar negativari rentu?

Í Netbankanum kanst tú velja ”Treytir” á øllum tínum kontum. Her sært tú m.a., hvørja rentu tann einstaka kontan hevur.

Hvat geri eg, um eg havi meira enn mest loyvdu upphæddina á kontuni?

Tú kanst sjálv/ur flyta pening millum tínar kontur, so tú tryggjar tær, at tú ikki fert uppum mest loyvdu upphæddirnar, sum eru ávikavist 500.000 kr. og 50.000 kr.

Um tú vilt lata eina kontu aftur, ella um tú vilt hava eina aðra kontu at vera undantikna negativari rentu, sært tú, hvussu tú gert, í spurningunum omanfyri.

Eg havi ein annan spurning

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar.

Skriva til okkara

Tú ert vælkomin at senda okkum eini boð gjøgnum Netbankan ella Netbankan sum app. Tað er eins lætt og at senda teldubrøv, men trygdin er tó nógv betri. Les meira um Netbankan sum tryggan samskiftismiðil.

Ring til okkara

Tú ert vælkomin at ringja til okkara á telefon 330 330 – vit svara telefonunum mánadag til fríggjadag kl. 9-16 og hósdag til kl. 17.

Tú finnur telefonnummarið hjá tínum ráðgeva her.

Í filmsbrotinum fært tú meira at vita um, hvussu negativa rentan ávirkar teg.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv