Nýggi Netbankin

Kom væl frá byrjan

Her finnur tú hjálp til tær mest vanligu funkurnar í Netbankanum.

Vit hava deilt vegleiðingina í fýra bólkar. Um tú ikki finnur tað, tú leitar eftir í einum bólki, kanst tú skrolla longur niður. 

Skriva til okkara
Um tú ikki finnur svarið, tú leitaði eftir niðanfyri, ert tú vælkomin at skriva til okkara.

Fá hjálp

Flytingar

Vanlig flyting

Soleiðis stovnar tú eina vanliga flyting:

  • Trýst á bláa knøttin niðast í vinstra horni.
  • Vel "Flyt".
  • Vel upphædd, kontu og móttakarakontu.
Føst flyting

Soleiðis stovnar tú eina fasta flyting:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Flytingar"
  • Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar".
  • Trýst á "+ stovna fasta flyting".
  • Fyll út teigarnar og stovna flytingina.
  
Yvirlit yvir fastar flytingar

Soleiðis finnur tú yvirlit yvir tínar føstu flytingar:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar".
  • Skrolla niður á síðuni. So sært tú eitt yvirlit yvir tínar føstu flytingar.
Broyt í fastari flyting

Soleiðis broytir tú í einari fastari flyting:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar føstu flytingar.
  • Trýst á loddrøttu prikkarnar til høgru fyri flytingina, sum tú vilt broyta.
  • Vel "Broyt".
Stovna gjaldsavtalu

Soleiðis stovnar tú eina nýggja gjaldsavtalu:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
  • Trýst á "+ Stovna nýggja gjaldsavtalu" ovast í høgra horni.
  • Fyll út teigarnar og trýst á "Stovna nýggja avtalu".
Yvirlit yvir gjaldsavtalur

Soleiðis finnur tú eitt yvirlit yvir tínar gjaldsavtalur:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
Inngjaldskort

Soleiðis stovnar tú eina flyting við inngjaldskorti:

  • Trýst á bláa knøttin niðast til høgru.
  • Vel "Inngjaldskort".
  • Skriva upphædd og vel hvørja kontu peningurin skal flytast av.
  • Tøppa inn nummarið á inngjaldskortinum.
  • Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina.
Flytingar, ið skulu góðkennast

Í Útbakkanum liggja flytingar, ið eru klárar at verða góðkendar.
 
Soleiðis gert tú:

  • Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
  • Vel "Flytingar". Har sært tú tær flytingar, ið liggja klárar í Útbakkanum til góðkenning.
Flyting útlond

Soleiðis gert tú fyri at stovna eina flyting til útlandið:

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á bláa knøttin niðast til høgru.
  • Vel "Útlond" ovaliga á síðuni.
  • Skriva upphædd og vel, hvørja kontu, peningurin skal flytast av.
  • Vel móttakara og tøppa BAN/kontunummar ella BIC/Swift inn.
  • Útfyll upplýsingar um flytingina, herundir navn og bústað hjá móttakara. 
  • Vel upphædd og valuta.
  • Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina.

Fá hjálp

Uppseting/­funkur

Stovna Netbanka

Hevur tú ikki havt Netbanka áður?

Bílegg Netbankan her.

Hevur tú gamla Netbankan?

Tørvar tær hjálp at brúka nýggja Netbankan?

Fá hjálp her.

Innritan fyrstu ferð

Soleiðis ritar tú inn:

  • Far inn á banknordik.fo/netbanki.
  • Trýst á "Rita inn".
  • Rita inn við Samleikanum
    (hevur tú ikki Samleikan, kanst tú fylgja vegleiðingini niðanfyri)

Sí film her, hvussu tú ritar inn.

Soleiðis fært tú Samleikan á app

  • Appin kann heintast ókeypis í App Store og Google Play.
  • Áðrenn tú kanst brúka appina, skalt tú skráseta teg. Hetta gert tú beinleiðis í appini. Send síðani eina umsókn til brúkaratænastuna, sum viðger upplýsingarnar yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð í appini, tá ið Samleikin er skrásettur og klárur at brúka.
    Appin kann brúkast til at rita inn á teldur, telefonir og teldlar.
  • Trýst á leinkið niðanfyri og tak appina niður.

Les meira um Samleikan her.

Fá Samleikan

Skiftir millum brúkarar

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á navnið í miðjuni á svarta bjálkanum ovast á skerminum.
  • Vel avtalu við at trýsta á navnið.

Síggj fleiri avtalur í senn:

  • Trýst á navnið í miðjuni á svarta bjálkanum ovast á skerminum.
  • Set flugubein í kassan til vinstru fyri tær avtalur, sum tú vilt síggja.
  • Trýst á "Vís" niðast til høgru í hvíta kassanum.
Klivin

Í Klivanum finnur tú:

  • Tíni boð
  • Tíni skjøl
  • Útbakkan, har tú finnur flytingar, ið skulu góðkennast.

Undirskriva talgilt
Í Klivanum liggja tær avtalur, ið eru klárar at skriva undir. Tú kanst undirskriva beinleiðis inni í Klivanum. Sí vegleiðing niðanfyri.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
  • Vel funkuna, sum tú hevur tørv á.

Soleiðis undirskrivar tú talgilt:

Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.

  • Trýst á avtaluna, sum tú vilt undirskriva.
  • Trýst á knøttin "Undirskriva".
  • Les avtaluna gjølla.
  • Set flugubein í kassan, tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna.
  • Trýst á "Undirskriva skjøl"
  • Góðkenn við Samleikanum.

Undirskriva talgilt

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
    Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.

Skriva undir:

Finn títt kundanummar

Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Skjalagoymsla".
  • Lat eitt kontuavrit upp. Har finnur tú kundanummarið ovaliga í vinstru síðu (sí dømi niðanfyri).

Útbakkin

Útbakkin er ein goymsla við flytingum, ið eru goymdar sum kladdur, ið mangla at verða góðkendar.

Soleiðis gert tú:

  • Útbakkin liggur inni í Klivanum (klokkan ovast í høgra horni).
  • Útbakkin liggur á forsíðuni. Um tú hevur flytingar, ið liggja klárar til góðkenning, sært tú tær á forsíðuni í Klivanum.
Skjalagoymsla

Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Skjalagoymsla".
Íløgur
Tíni gjaldskort

Tú hevur eitt yvirlit yvir tíni gjaldskort í Netbankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Tíni kort".
  • Her sært tú eitt yvirlit yvir tíni kort. Tú kanst eisini síggja tína pin-kotu og sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
Síggj tína pin-kotu

Sum nakað nýtt, kanst tú síggja pin-kotuna til tíni gjaldskort.
 
Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Míni kort".
  • Vel rætta kortið og trýst á "Sí møguleikar".
  • Vel "Vís pin-kotu".
  • Tryggja tær, at ongin annar sær, og trýst á bláa knøttin fyri at síggja tína pin-kotu.
Sperra kortið

Tú kanst sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
 
Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Míni kort".
  • Vel rætta gjaldskortið.
  • Trýst á "Sí møguleikar".
  • Vel "Sperra kort".
Broyt raðfesting av forsíðukontum

Tú kanst velja, hvørjar kontur tú vilt síggja á forsíðuni.

Soleiðis gert tú:

  • Markera tær kontur, sum tú vilt síggja á forsíðuni, við stjørnuni á hvørjari kontu. 
  • Eisini kanst tú velja, um tú vilt hava konturnar vístar í eini røð ella í kassum.
Raða kontur í kontuyvirlitinum

Tú kanst velja í hvørjari raðfylgju tínar kontur verða vístar í kontuyvirlitinum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit".
  • Trýst á fýrkantarnar ovaliga í høgru síðu.
  • Hála konturnar í raðfylgjuna, sum tú vilt hava.
  • Trýst á "Goym".
Broyt kontunavn

Tú kanst lætt broyta navnið á eini kontu.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit".
  • Trýst á kontuna, tú vilt broyta navn á.
  • Trýst á lodrøttu prikkarnar ovaliga í høgru síðu.
  • Trýst á kontunavnið í hvíta kassanum, ið kemur fram.
  • Strika gamla navnið og skriva síðani nýggja navnið á kontuni.
  • Trýst á bláa knøttin fyri at goyma.
Boð til ráðgeva

Tú kanst trygt og lætt samskifta við bankan og tín ráðgeva í Netbankanum.

- Eisini kanst tú trygt senda persónligar upplýsingar umvegis Netbankan.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni)
  • Vel "Tíni boð"
  • Skriva nýggj boð.
Boðtænasta

Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymiskum rørslum á kontuni.

Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd.

Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.

Veljast kann millum hesi boð:

  • Boð frá peningastovninum

  • Boð um flytingar

  • Boð um saldu

GG!
Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.

Stovna Boðtænastuna

  • Rita inn í Netbankan.
  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Trýst á "Tænastur".
  • Vel "Boðtænasta".
  • Trýst á "Stovna boðtænastu" ovast í høgra horni (bláur knøttur).
  • Vel boð við at trýsta á regluna, so kemur ein valmynd fram.
  • Trýst á "goym", tá ið tú hevur valt boðini, sum tú vilt virkja.
 
Les meira um Boðtænastuna her.

Kontulýsing og treytir?

Tú sært kontulýsing og treytir fyri allar tínar kontur.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit"
  • Trýst á ta kontu, sum tú vilt síggja treytir fyri.
  • Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.
  • Vel "Kontulýsing" í kassanum, ið kemur fram.

Fá hjálp

Kontur

Kontuyvirlit

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit".
Broyt raðfesting av forsíðukontum

Tú kanst velja, hvørjar kontur tú vilt síggja á forsíðuni.

Soleiðis gert tú:

  • Markera tær kontur, tú vilt síggja á forsíðuni, við stjørnuni á hvørjari kontu. 
  • Eisini kanst tú velja, um tú vilt hava konturnar vístar í eini røð ella í kassum.
Raða kontur í kontuyvirlitinum

Tú kanst velja raðfylgjuna, hvussu tínar kontur verða vístar í kontuyvirlitinum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit".
  • Trýst á fýrkantarnar ovaliga í høgru síðu.
  • Hála konturnar í ta raðfylgu, tú vilt hava.
  • Trýst á "Goym".
Broyt kontunavn

Tú kanst lætt broyta navnið á eini kontu.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit".
  • Trýst á kontuna, tú vilt broyta navn á.
  • Trýst á lodrøttu prikkarnar ovaliga í høgru síðu.
  • Trýst á kontunavnið í hvíta kassanum, ið kemur fram.
  • Strika gamla navnið og skriva síðani nýggja navnið á kontuni.
  • Trýst á bláa knøttin fyri at goyma.
Kontuavrit

Tú finnur øll tíni kontuavrit inni í Skjalagoymsluni.

Soleiðis gert tú:
  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Skjalagoymsla".

Kontulýsing og treytir?

Tú kanst síggja kontulýsing og treytir fyri allar tínar kontur.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Kontuyvirlit"
  • Trýst á ta kontu, tú vilt síggja treytir fyri.
  • Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.
  • Vel "Kontulýsing" í kassanum, ið kemur fram.

Fá hjálp

Samband

Boð til ráðgeva

Tú kanst trygt og lætt samskifta við bankan og tín ráðgeva í Netbankanum.

- Eisini kanst tú trygt senda persónligar upplýsingar umvegis Netbankan.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni)
  • Vel "Tíni boð"
  • Skriva nýggj boð.
Boðtænasta

Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymsum rørslum á kontuni.

Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd.

Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.

Veljast kann millum hesi boð:

  • Boð frá peningastovninum

  • Boð um flytingar

  • Boð um saldu

GG!
Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.

Stovna Boðtænastuna

  • Rita inn í Netbankan.
  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Trýst á "Tænastur".
  • Vel "Boðtænasta".
  • Trýst á "Stovna boðtænastu" ovast í høgra horni (bláur knøttur).
  • Vel boð við at trýsta á regluna, so kemur ein valmynd fram.
  • Tá ið tú hevur valt tey boð, tú vilt virkja, trýst á "goym".
 
Les meira um Boðtænastuna her.

Klivin

Í Klivanum finnur tú:

  • Tíni boð
  • Tíni skjøl
  • Útbakkan, har flytingar, ið skulu góðkennast, liggja

Undirskriva talgilt
Í Klivanum liggja tær avtalur, ið liggja klárar at skriva undir. Tú kanst undirskriva beinleiðis inni í Klivanum. Sí vegleiðing longur niðri.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
  • Vel ta funkuna, tú hevur tørv á.

Soleiðis undirskrivar tú talgilt:

Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.

  • Trýst á avtaluna, tú vilt undirskriva.
  • Trýst á knøttin "Undirskriva".
  • Les avtaluna/r gjølla.
  • Tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna, set tá flugubein í kassan.
  • Trýst á "Undirskriva skjøl"
  • Góðkenn við Samleikanum.

Útbakkin

Útbakkin er ein goymsla við flytingum, ið eru goymdar sum kladdur, ið mangla at verða góðkendar.

Soleiðis gert tú:

  • Útbakkin liggur inni í Klivanum (klokkan ovast í høgra horni).
  • Útbakkin liggur á forsíðuni. Um tú hevur flytingar, ið liggja klárar til góðkenning, sært tú tær soleiðis á forsíðuni inni í Klivanum.
Undirskriva talgilt

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
    Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.

Skriva undir:

  • Trýst á avtaluna, tú vilt undirskriva.
  • Trýst á knøttin "Undirskriva".
  • Les avtaluna/r gjølla.
  • Tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna, set tá flugubein í kassan.
  • Trýst á "Undirskriva skjøl"
  • Góðkenn við Samleikanum.
Skjalagoymsla

Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Skjalagoymsla".
Tíni gjaldskort

Tú hevur eitt yvirlit yvir tíni gjaldskort í Netbankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Tíni kort".
  • Her sært tú eitt yvirlit yvir tíni kort. Tú kanst eisini síggja tína pin-kotu og sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
Síggj tína pin-kotu

Sum nakað nýtt, kanst tú síggja pin-kotuna til tíni gjaldskort.
 
Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Míni kort".
  • Vel rætta kortið og trýst á "Sí møguleikar".
  • Vel "Vís pin-kotu".
  • Tryggja tær, at ongin annar sær, og trýst á bláa knøttinum fyri at síggja tína pin-kotu.
Sperra kortið

Tú kanst sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
 
Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
  • Vel "Míni kort".
  • Vel rætta gjaldskortið.
  • Trýst á "Sí møguleikar".
  • Vel "Sperra kort".

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv