Kontugjald

Hvussu kann eg sleppa undan at gjalda kontugjald?

Tú kanst sleppa undan at gjalda kontugjald, um tú savnar tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik. Gerst tú eitt nú Nordik ella NordikSolo kundi, fært tú harafturat ágóðan av rentufyrimuni og ókeypis tænastum.

Tað er ókeypis at tekna seg til fyrimunaskipanir bankans. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita. Vit vegleiða fegin.

Skulu allir kundar gjalda kontugjald?

Nei, nógvir kundar eru undantiknir kontugjaldinum:

  • Kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
  • Kundar undir 18 ár
  • Nordik-kundar
  • NordikSolo-kundar (18-28 ár)
  • NordikUng-kundar (13-17 ár)
  • NordikBørn kundar
  • Kundar, ið bert hava lønarkontur* og/ella pensjónskontur í bankanum

* Konta, har minst 7.500 kr. eru settar inn yvir 3. mðr.

Skal eg gjalda 20 kr. fyri hvørja kontu?

Nei, kontugjaldið er 20 kr. um mánaðin. Hetta er uttan mun til, um tú t.d. hevur 5 ella 10 kontur.

Hvussu veit eg, um júst eg sleppi undan at gjalda kontugjald?

Nógvir kundar sleppa undan at gjalda kontugjald. Ert tú millum niðanfyri nevndu kundar, ert tú undantikin kontugjaldinum:

  • Allir kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
  • Allir kundar undir 29 ár. Hetta fevnir m.a. um kundar í fyrimunarskipanunum NordikBørn (0-12 ár), NordikUng (13-18 ár) og NordikSolo (18-28 ár)
  • Nordik-kundar
  • Kundar, ið bert hava lønarkontur* og/ella pensjónskontur í bankanum

Um tú ivast í, um tú ert fevnd/ur av omanfyri nevndu bólkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330 ella kundi@banknordik.fo

* Konta, har minst 7.500 kr. eru settar inn yvir 3. mðr.

Hví ásetur BankNordik eitt kontugjald?

Tað kostar bankanum at umsita kontur fyri kundar, og við nýggja kontugjaldinum skulu kundar nú gjalda fyri tænastuna, sum higartil hevur verið ókeypis. Tað halda vit vera rímiligt.

Samstundis skal tað loysa seg fyri einstaka kundan at savna síni viðurskifti í BankNordik, og tí skulu kundar, ið savna síni viðurskifti í bankanum (t.d. Nordik-kundar) og brúka okkum mest, ikki gjalda kontugjald.

Hví skal eg gjalda fyri eina tænastu, ið áður var ókeypis?

Tað er rætt, at bankin ikki altíð hevur tikið kostnað fyri umsiting av kontum. Kortini er støðan tann, at bankin á hvørjum ári hevur stórar útreiðslur í sambandi við umsiting av kontum. Vit ynskja framhaldandi at kunna veita kundum okkara kappingarførar prísir og góð tilboð, og tí er kontugjaldið ásett.

Teir kundar, ið brúka bankan mest, sleppa undan at gjalda kontugjald. Tískil kanst tú sleppa undan at gjalda kontugjald, um tú savnar tíni viðurskifti hjá okkum, ella um tú longu ert fevnd/ur av hesum kundabólkum:

  • Kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
  • Allir kundar undir 29 ár. Hetta fevnir m.a. um kundarnar í fyrimunarskipanunum NordikBørn (0-12 ár), NordikUng (13-18 ár) og NordikSolo (18-28 ár)
  • Nordik-kundar
  • Kundar, ið bert hava lønarkontur* og/ella pensjónskontur í bankanum

* Konta, har minst 7.500 kr. eru settar inn yvir 3. mðr.

Eg eri við í Nordik. Skal eg gjalda kortini?

Nei. Allir Nordik-kundar eru undantiknir kontugjaldinum. Harafturat eru nógvir aðrir kundabólkar undantiknir.

Eg havi bara eina lønarkontu í BankNordik. Skal eg gjalda kontugjald?

Nei. Øll, ið bara hava lønarkontu* og/ella hava pensjónskontu í bankanum, eru undantikin kontugjaldinum.

* Konta, har minst 7.500 kr. eru settar inn yvir 3. mðr.

Eg eri pensjónistur, skal eg gjalda kortini?

Øll, sum eru fødd áðrenn 1. januar 1945, sleppa undan at gjalda kontugjald.

Eg havi bara eina pensjónskontu í bankanum. Skal eg gjalda kontugjald?

Nei, um tú bert hevur eina pensjónskontu, skalt tú ikki gjalda kontugjald.

Skulu børn míni undir 18 ár gjalda kontugjald?

Nei, øll børn undir 18 ár eru undantikin kontugjaldinum.

Hvat bjóða tit ungum og lesandi?

Vit hava NordikSolo, ið er eitt sera gott tilboð til ung og lesandi í aldursbólkinum 18-28 ár. NordikSolo gevur tær atgongd til eina rúgvu av ókeypis tænastum og serliga góðum rentum. Eisini sleppur tú sum NordikSolo kundi undan at gjalda kontugjald. Við NordikSolo fært tú tær bestu fíggjarligu umstøðurnar, tá tú ert lesandi, flytur heimanífrá ella kanska skalt undir útbúgving uttanlands.

Tað er ókeypis og lætt at gerast NordikSolo kundi. Set teg í samband við okkum á 330 330 ella á kundi@banknordik.fo.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv