Garmin Pay
Garmin Pay er ein talgildur pengapungur til tín, sum hevur eitt Garmin ur. Tú knýtir Garmin Pay at tínum uri, og síðani kanst tú ómakaleyst og trygt gjalda við tínum Garmin uri.
Tú mást hava eitt Visa/Dankort ella Mastercard frá BankNordik og eitt Garmin ur fyri at brúka Garmin Pay. Garmin Pay kann brúkast saman við urum, ið styðja uppundir Garmin Pay-appina.
Tak Garmin Connect appina niður á títt ur, har tú vanliga tekur appir niður. Knýt títt Visa/Dankort ella Mastercard at Garmin Connect, og síðani er klárt at gjalda í handlum. Tú kanst gjalda við Garmin Pay í øllum handlum, har tað ber til at gjalda við gjaldskortum, ið hava nándfunku; t.e. tá ið tú rindar uttan at seta kortið í terminalin, men bert við at halda tað at terminalinum.

Stutt og greitt um Garmin
- Lætt og trygt at gjalda
- Brúka Visa/Dankort ella Mastercard
- Rinda í handlum har tað vanliga ber til at gjalda við gjaldskortum við nándfunku
Soleiðis rindar tú við Garmin Pay
Tað er skjótt og lætt at gjalda við Garmin Pay. Tú velur ”Garmin Wallet” í valmyndini á urinum og heldur urið yvir gjaldsterminalin í handlinum.
Her kanst tú gjalda við Garmin Pay
Tú kanst nýta Garmin Pay á øllum kortterminalum, har hetta súmbolið verður víst:
Garmin Pay og trygd
Tá ið tú rindar við Garmin Pay, brúkar skipanin eitt serligt nummar, ið er knýtt at tínum tóli umframt eina serstaka keypskotu. Títt fulla kortnummar verður hvørki goymt á tínum tóli ella á servarum hjá Garmin, og handlarnir fáa heldur ikki tínar upplýsingar. Garmin Pay goymir ikki upplýsingar um tíni keyp, ið kunnu verða førd aftur til tín. Tað er sostatt bert tú, ið hevur vitan um, hvar og hvat tú hevur goldið við Garmin Pay.
Spurningar og svar
Garmin Pay
Hvar kann eg gjalda við Garmin Pay?
Á hvørjum urum kann Garmin Pay brúkast?
Fyri at brúka Farmin Pay skalt tú hava eitt Garmin ur. Sí her, hvørji ur kunnu brúkast av Garmin Pay: https://buy.garmin.com/da-DK/DK/c10002-p1.html?FILTER_USERPROFILE_GARMINPAY=true&sorter=featuredProducts-desc
Kann eg brúka Garmin Pay, um Garmin Connect appin liggur á telefonini hjá mínum arbeiðsgevara?
Síggi eg á kontuyvirlitinum, at eg havi goldið við Garmin Pay?
Tá ið tú hevur goldið við Garmin Pay, líkist tað einari vanligari kortgjalding. Tú sært sostatt ikki, at tú hevur goldið við Garmin Pay.
Tað riggar ikki at skráseta kortið, hvat skal eg gera?
Fyri at kunna skráseta kortið í Garmin Pay mást tú kanna hetta:
- Títt Mastercard ella VISA/Dankort skulu vera frá BankNordik
- Um tað framvegis ikki riggar at skráseta kortið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330.
Eg havi einki loynital fingið, og eg fái ikki skrásett meg
Eg havi fingið nýggja telefon, hvussu flyti eg míni kort til nýggju telefonina?
Tá ið tú tekur niður appina garmin Connect á nýggju telefonina, verða tíni gjaldskort í Garmin Pay sjálvvirkandi synkroniserað.
Er tað munur á, um eg rindi eina upphædd, sum er niðanfyri ella omanfyri 350 kr.?
Nei, Garmin Pay riggar á sama hátt, sama hvør upphæddin er.
Er nakað hámark fyri, hvussu nógv eg kann gjalda fyri við Garmin Pay?
Um tú rindar við Visa/Dankorti, kanst tú brúka í mesta lagi 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar. Viðvíkjandi øðrum kortsløgum eru somu hámørk galdandi, sum á vanliga gjaldskortinum. Les meira um nýtsluhámørk.
Hvat geri eg, um urið hvørvur ella verður stolin?
Hvat kostar tað?
Tað kostar einki at hava Garmin Pay, og eingi tænastugjøld eru á gjaldingum við Garmin Pay.
Hvat skal eg hava fyri at brúka Garmin Pay?
Tú skalt brúka:
- eitt Garmin Ur, ið kann brúkast saman við Google Pay
- eina telefon har Garmin Connect-appina er tikið niður á
- eitt Mastercard ella Visa/Dankort
Hvat hendir, um eg striki míni kort í Garmin Pay?
So strikar tú talgilda kortið og mást skráseta kortið umaftur í Garmin Pay, um tú vilt kunna brúka tað. Tú kanst skráseta kortið í Garmin Connect appini.
Hví er mítt vanliga/talgilda kort sperrað?
Hví fái eg einki loynital við SMS?
Hvørji kort kann eg brúka saman við Garmin Pay?
Tú kanst bæði brúka Visa/Dankort og Mastercard.
Hvussu nógv kort kann eg skráseta í Garmin Pay?
Tú kanst skráseta 5 kort í Garmin Pay.
Hvussu striki eg eitt kort í Garmin Pay?
Tað kanst tú gera í Garmin Pay Connect appini.
Hvussu trygg er loysnin?
Google Pay er ein sera trygg loysn, av tí at ongar upplýsingar um kortið verða goymdar á telefonini, og at kortupplýsingar tí ikki verða sendar millum telefon og gjaldsterminal. Sostatt er einki kortnummar, sum kann avlesast.
Umframt hetta verður framkomin tøkni til at brongla dáta brúkt.
Um kortið kortini verður misnýtt, ert tú líka væl tryggjað/ur sum við vanliga gjaldskortinum.
Urið skrásetur tá tú koyrir tað av og á. Tú tøppar loynitalið inn, tá tú koyrir urið á. Garmin pay kann ikki gjøgnumføra eitt gjald, áðrenn loynitali er tøppa inn. Tá tú tekur urið av aftur, kann Garmin pay ikki brúkast.
Missir tú tína fartelefon, mást tú alt fyri eitt seta teg í samband við okkum, soleiðis at gjaldskortini í Garmin Pay kunnu verða sperrað.
Hvussu velji eg, hvørjum korti eg vil gjalda við í Garmin Pay?
Tað kortið, sum tú helst brúkar, er sjónligt. Hevur tú meira enn eitt kort í Garmin Pay, kanst tú skifta til eitt annað kort við at flyta fingurin eftir skerminum, áðrenn tú skalt gjalda.
Kann eg gjalda við Garmin Pay, hóast eg ikki havi netsamband?
Ja, gjaldingar við Garmin Pay krevja ikki netsamband.
Kann eg gjalda við Garmin Pay uttanlands?
Ja, tú kanst gjalda við Garmin Pay í øllum gjaldsterminalum, sum taka ímóti nándgjaldi, t.e. kontaktleyst gjald - sama hvørjum landi tú ert í.
Kann eg gjalda við Garmin pay uttan at læsa Garmin Pay upp?
Ja, tú skalt bara tendra skermin.
Kann eg skráseta míni kort til Garmin Pay á urið hjá børnunum?
Nei, tíni kort eru persónlig, og tú skalt ikki lata øðrum upplýsingar um tíni kort. Tað stendur í treytunum.
Kunnu tveir persónar, t.d. makar, skráseta gjaldskort í sama Garmin Pay?
Nei, Garmin Pay er persónligt og eigur tí ikki at verða brúkt av ymiskum persónum.
Mítt vanliga gjaldskort gongur skjótt út. Hvat skal eg gera?
Síggi eg eina Garmin Pay-gjalding alt fyri eitt á kontuyvirlitinum?
Tá ið tú rindar við Garmin Pay, er tað at rokna sum ein altjóða gjalding. Tí sært tú ikki gjaldingina fyrr enn nakrar dagar seinni - á sama hátt sum tá ið tú brúkar gjaldskort uttanlands.