Billán

At keypa bil er ein lutfalsliga stór íløga. Umframt prísin á sjálvum bilinum, skalt tú eisini hava útreiðslur til trygging, veggjald, brennievni, viðlíkahald og tílíkt í huga. Tá vit ráðgeva tær um billán, hyggja vit saman at tínum fíggjarviðurskiftum og gera eina meting av, hvussu nógvan pening tú kanst læna, og hvussu tú skalt rinda lánið aftur.

Tess størri samansparing tú hevur, tess bíligari verður tað at læna. Tá ið tú skalt hava lán til nýggjan bil, er neyðugt at hava minst 20 prosent í eginpeningi. Rentan á láninum er skiftandi. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 7 ár fyri nýggjar bilar, og tá tú keypir brúktan bil, verður hon ásett eftir aldrinum á bilinum.

Brúktir bilar

Vit bjóða tær lagaliga fígging til keyp av brúktum bili, har rentan verður ásett eftir aldrinum á bilinum.

Ein brúktur bilur kann vera rætta loysnin, um tú ynskir ein bíligari bil. Ein brúktur bilur missir vanliga ikki virði eins skjótt og ein nýggjur bilur, og tryggingin er eisini bíligari. Harafturímóti er ilt at siga, hvussu nógvar útreiðslur kunnu væntast til viðlíkahald og umvælingar av einum brúktum bili.

Elbillán - løðir elbil

Elbillán við lagaligari rentu

Við elbilláni er tað bíligari at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal keypast, av tí at rentan er lægri enn á vanligum billáni.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv