Takk fyri bíleggingina

Vit hava móttikið tína bílegging. Nú manglar tær bert at undirskriva avtalurnar, so at konturnar hjá barni tínum eru klárar.

Soleiðis er mannagongdin:

  1. Tú fært eini SMS-boð innan tveir yrkadagar, tá avtalurnar eru klárar at undirskriva.
  2. Tú undirskrivar talgilt við Samleikanum á tínum Netbanka.
  3. Fáar minuttir eftir, at tú hevur undirskrivað, er klárt at rita inn í Netbankan, um barnið ella tú hava fingið netbankaatgongd.
  4. Um tú hevur bílagt kort til barnið, er kortið eisini sjónligt í Netbankanum hjá barninum. Har fær barnið tikið kortið niður á wallet á telefonini at nýta beinanvegin. Fysiska kortið kemur við posti einar 10-14 dagar eftir, at avtalan er undirskrivað.