Tiltak

Bakkafrost, BankNordik og altjóða  rentugongdin - tiltakið er avlýst

Alment tiltak í høvuðssæti okkara - tiltakið er avlýst 

Mikudagin 11. mars kl. 16.30 bjóða vit til áhugavert tiltak í høvuðssæti okkara, har høvi verður at fáa innlit í ársroknskapirnar og framtíðar útlitini hjá Bakkafrost og BankNordik.

Eisini fer íløguleiðarin í BankNordik at greiða frá um rentugongdina, og hví tey flestu vænta, at rentan verður verandi lág í nógv ár aftrat.

Í steðginum verður ábit og tónleikur.

 

Á skránni:

16.30 - 16.35 Vælkomin 

 

16.35 - 16.55 Hví vænta íleggjarar, at rentan verður verandi lág í fleiri ár? - Jákup Petur Bærentsen, íløguleiðari í BankNordik

 

16.55 - 17.15 Ársúrslit 2019 hjá BankNordik  - Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik

 

17.15 - 17.35 Steðgur - ábit og tónleikur - Uni Debess framførir nøkur løg 

 

17.35 - 18.15 Ársúrslit 2019 hjá Bakkafrost - Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost 


Høvi verður at seta spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Freistin at tekna seg er týsdagin 10. mars.

 

Tiltakið er avlýst

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv