Bústaðarlán

Skalt tú keypa ella byggja hús, hevur tú møguleika at taka Bústaðarlán.

Rentan á Bústaðarláni er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á fíggjarmarknaðinum. Tískil kann rentan hækka, og tá er neyðugt at hava pláss í fíggjarætlanini.


Annuitetslán ella seriulán

Sethúsafíggingin verður antin veitt sum annuitetslán ella seriulán. Við annuitetsláni hevur tú eins stór mánaðarlig lánsgjøld øll árini. Við seriuláni hevur tú fastar avdráttir, men gjøldini fyri rentur minka hvørt ár í samsvari við restskuldina.

Vit hjálpa tær við at gera møguleika til veruleika við eini heildarfígging, sum er lagað eftir tínum tørvi.

Bíligari bústaðarlán við Nordik

Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik-kundi, fært tú lagaligari rentur og møguleika fyri einum bústaðarláni við sera góðari rentu.

Les meira um Nordik
Billede af famile med to børn

Burðardygd

Tú kanst gera mun fyri bæði umhvørvið og tína fíggjarstøðu við at velja burðardyggar loysnir.

Realkreditt fígging

Greiðu og gjøgnumskygdu prísirnir gera okkara realkredittlán til eitt tað besta á marknaðinum.

Grønt bústaðarlán

Lánið er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku.

Keyp bústað í Danmark

Vit hava vitanina og kunnu ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv