Nordik360

Tá ið tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik360-kundi, fært tú bestu ráðgevingina, ágóðan av rentufyrimunum og ókeypis tænastum.

Sort hvidt billede af famile med to børn


Alt tað, sum tú hevur í bankanum, nevna vit tíni samlaðu fíggjarviðurskifti. Og tíni samlaðu fíggjarviðurskifti hava týdning fyri títt stig í fyrimunaskipanini Nordik360. Fyrimunaskipanin er sett soleiðis saman, at tú fært fleiri fyrimunir, jú meira tú savnar hjá okkum. 

Gev gætur
Frá 1. apríl 2020 verða treytirnar fyri fyrimunaskipanina broyttar. Tað vil siga, at innlán ikki longur fara at telja við í uppgerðini av tínum samlaðu fíggjarviðurskiftum. Undantikið hesi broyting verður uppgerðin framhaldandi gjørd sambært lýsingini niðanfyri.

Tíni samlaðu fíggjarviðurskifti við bankan verða roknað út sum ein samanlegging av:

  • Saldum á útlánum, innlánum og kredittum
  • Kursvirði á BankNordik virðisbrævagoymslum, ið eru knýttar at Persónligari PensjónsRøkt, Persónligari OgnarRøkt, Ráðgevingaravtalu og serstøkum ognarrøktaravtalum
  • Kursvirði á íløguprógvum frá íløgufeløgum, sum BankNordik samstarvar við
  • Restskuldini á DLR-realkredittlánum

Til ber at lesa eina nágreiniliga lýsing av treytunum fyri fyrimunaskipanina her.

Familie ser på verdenskort

Gerandisdagurin

Hvat kort skalt tú velja?

Legg fíggjarætlan

Keypa bústað