Tínir fyrimunir sum Private Banking-kundi
Vit smíða eina lønandi fíggjarloysn júst til tín sum Private Banking-kunda – uttan mánaðarlig gjøld ella onnur gjøld. Hetta ger, at skipanin er gjøgnumskygd og smidlig fyri teg sum Private Banking-kunda í BankNordik.

Fyrimunir sum Private Banking-kundi
- Beinleiðis samband við tín persónliga Private Banking-ráðgeva
- Atgongd til aðrar serfrøðingar í bankanum, eitt nú serfrøðingar í íløgum og pensjón
- Okkara bestu rentur og lægstu gjøld
- Lønar- og pensjónskonta við sera góðari rentu
- Ókeypis Mastercard Platinum. Harumframt fært tú 10 ókeypis lounge-vitjanir um árið
- Ókeypis Visa/Dankort
- Persónliga og serkøna ráðgeving í ognar- og pensjónsrøkt
- Holla ráðgeving í sambandi við keyp av bústaði (t.d. foreldrakeyp) í Danmark
- Innbjóðing til faklig og sosial tiltøk
- Fíggjarforsøgn
- Fleiri aðrar fyrimunir, m.a. okkara bestu rentu, bíligastu fígging og lægstu gjøld