Fastogn

Tíni sethús og møguligar fastognaríløgur innan- og uttanlands eru ofta ein sera týðandi partur av tíni fíggjarstøðu. Við fíggjarforsøgnini fært tú yvirlit yvir, hvussu tín fastognaríløga ávirkar tínar samlaðu ognir – bæði í dag og í framtíðini.


Umlegging av lánum

Realkredittmarknaðurin er sera skiftandi. Í Private Banking leggja vit dent á at vera framsøkin, tá ið vit síggja møguleikar fyri teg - t.d. í sambandi við umlegging av lánum. Hetta gevur tær fíggjarligt rásarúm, og samstundis fært tú møguleikan at minka um rentuútreiðslurnar, restskuld ella stytta lánstíðina. 


Fastognaríløgur

Vit samanseta fíggingina við støði í tínum váðaprofili og íløgutíðarskeiði, soleiðis at hon samsvarar við tín tørv, fíggjarstøðu, aðrar íløgur, o.s.fr. Við fíggjarforsøgnini fært tú harafturat yvirlit yvir, hvat íløgurnar hava at siga fyri tína samlaðu fíggjarstøðu.


Foreldrakeyp – ella øvugt foreldrakeyp

Hugsar tú um at keypa bústað til tíni børn ella foreldrini? Tín Private Banking-ráðgevi kann ráðgeva tær um reglurnar á økinum, m.a. um víðarisølu til tíni børn/foreldur og møguleikar við kapitalvinningi.

Keyp og søla av fastogn - Vit hava netverkið

Vit hava samstarv við fastognarmeklara, skalt tú keypa ella selja fastogn. Vit kunnu hjálpa tær við:

  • Sethús ella eigaraíbúð
  • Lutaíbúð
  • Summarhús
  • Fastogn í Danmark
  • Við keyp av ogn í Danmark veita vit realkredittlán í samstarvi við okkara samstarvsfelaga Totalkredit.

Keyp fastogn í Danmark

Lat okkum ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Fíggjarforsøgn

Fíggjarforsøgnin er eitt serstakt ráðgevingaramboð, sum er sergjørt til okkara Private Banking-kundar.

Ognarrøkt

Sum Private Banking-kundi hevur tú ein hóp av møguleikum innan ognarrøkt, sum tekur støði í tínum ynskjum og tørvi.

Pensjón

Tað er umráðandi, at tú tryggjar tína fíggjarstøðu við eini pensjóns-samansparing til tíðina eftir arbeiðslívið.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv