Sort hvidt billede af en lommeregner og et regnskab

BankInvest Optima 

Við BankNordik fært tú møguleika at gera íløgur í BankInvest Optima.

Hvat er Optima?

Optima er soleiðis samansett, at tú gert íløgur eitt stað, men at tínar íløgur verða væl spjaddar í fleiri hundrað væl útvald partabrøv og lánsbrøv.

Fyrimunurin við hesum er, at stóra spjaðingin gevur møguleika fyri avkasti, uttan at tær nýtist at fylgja neyvt við øllum teimum ymisku partabrøvum og lánsbrøvum á virðisbrævamarknaðinum – tí tað ger Optima fyri teg.

Fyrimunir við Optima

  • Íløguserfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur

  • Atgongd til marknaðir, ið privatir íleggjarar vanliga hava torført við at fáa atgongd til

  • Váðaspjaðingin er stór, sjálvt tá upphæddin er lítil

  • Møguleiki fyri, at vinningsbýtið sjálvvirkið verður sett í aftur virðisbrøv – soleiðis sleppur tú undan, at partur av tíni uppsparing ikki er settur í virðisbrøv (hetta er tó treytað av eini avtalu).

  • Yvirlit yvir tínar íløgur í Netbankanum

  • Løtt og greið kunning í bóklingi hjá BankInvest Optima

Fimm ymisk íløguprógv

Tað eru fimm ymisk Optima-íløguprógv, sum tú kanst velja ímillum. Munurin á teimum er, hvussu stórur partur av íløguni er settur í partabrøv. Tess størri parturin við partabrøvum er, tess meiri váðafús/ur skalt tú vera. Hetta vil siga, at um tú velur eitt íløguprógv, har høvuðsparturin er partabrøv, verður váðin størri, samanborið við um tú velur íløguprógv, har høvuðsparturin er lánsbrøv.

Vinningsbýtið kann sjálvvirkið setast í aftur virðisbrøv

Øll Optima-íløguprógv fáast í eini útgávu, har vinningsbýtið sjálvvirkandi verður sett í aftur virðisbrøvini. Fyrimunurin við hesum er, at skattauppgerðin verður lættari.

Íløgur sum heild

Tað er umráðandi at hugsa um, at tað altíð er ein váði knýttur at íløgum – tú kanst fáa vinning ella hall. Hetta er knýtt at kursgongdini, og tað er tú sum íleggjari, sum ber váðan.

Persónlig OgnarRøkt

Okkara serfrøðingar røkta tína samansparing fyri teg, og tú hevur altíð yvirlit. 

Individuel OgnarRøkt

Skraddaraseymaðar loysnir til tín, sum hevur minst 5 mió. kr. í íløgufúsum kapitali. 
Mand med laptop, der taler i mobil

Tú røktar íløgurnar

Fá meira at vita, um tú sjálv/ur vilt gera íløgur, t.d. í Netbankanum.

Skjøl og treytir

Fá yvirlit yvir viðkomandi skjøl og treytir.

Ring til 330 330

Tú kanst eisini bíleggja fund, senda okkum teldupost ella finna eina deild.