
Persónlig OgnarRøkt
Persónlig OgnarRøkt frá BankNordik er til tín, sum vil økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing. Tú fært allar fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.
4 fyrimunir við Persónligari OgnarRøkt
-
Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing
-
Verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
-
Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
-
Tú hevur altíð yvirlit
Stutt um Persónliga OgnarRøkt
Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, uttan at tær nýtist at gera nakað. Saman við tær finna vit íløguprofilin, ið hóskar til tín.
Yvirlit í Netbankanum
Lægsta upphædd fyri at stovna Persónliga OgnarRøkt er 50.000 krónur. Við Netbankanum hevur tú altíð yvirlit yvir tína samansparing - tað gevur tryggleika og gjøgnumskygni. Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at fáa meira at vita um Persónliga OgnarRøkt.
- Tak niður produktblað um Persónliga OgnarRøkt
- Les um umleggingar í Persónligari OgnarRøkt