Umleggingar í Persónligari OgnarRøkt

28.01.2020


Vit hava keypt eitt sindur av partabrøvum

Vit hava selt nakað av stats- og realkredittlánsbrøvum og keypt partabrøv og hárentulánsbrøv ístaðin.

Orsøkin er, at ídnaðurin sær út til at venda uppeftir aftur aftan á at hava verið undir trýsti í tvey ár. Samstundis gongur væl hjá brúkarunum. Partabrøv sum heild eru tó hækkað nógv í heyst og vetur, og tí er váði fyri avmarkaðum kurslækkingum um stutta tíð. Tí vænta vit at økja um mongdina av partabrøvum so líðandi komandi mánaðirnar.

Eftir hesar umleggingar er mongdin av partabrøvum í porteføljunum enn eitt vet lægri enn í sammetingarvísitølunum.

Flestu kundarnir hava fingið tvey nýggj íløgufeløg í porteføljuna: Maj Invest Value og BankInvest Korte High Yield Obligationer.

Valuepartabrøv sum heild eru vorðin sera bílig í mun til restina av marknaðinum, og eftir at tey hava haltað aftaná marknaðinum í fleiri ár, síggja vit góðar møguleikar fyri, at tey aftur fara at geva betri avkast enn partabrøv flest. Vit hava valt hetta íløguprógvið hjá Maj Invest, tí teirra íløgurøktarar hava givið gott avkast seinastu 20 árini.

BankInvest Korte High Yield Obligationer er eitt nýtt íløguprógv hjá BankInvest, men íløgurøktararnir (eita Royal London) hava givið gott og stútt avkast í nógv ár. Tey hava eina strategi við lágum váða, og av tí at miðal rentan á lánsbrøvunum í hesum íløguprógvi er 3,4 % um árið, halda vit, at hetta er eitt gott ískoyti til hini lánsbrøvini í røktini.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv