Keyp trygt á netinum

Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, kanst tú verða biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri ”Verified by Visa”, ”Mastercard ID Check” og "Dankort Secure by Nets".

Alsamt fleiri nethandlar hava sett í verk 3D Secure til tess at fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum, og síðani januar 2017 hevur 3D Secure verið eitt krav, tá ið keypt verður við Dankorti á netinum.

Ring til okkara, um tú vilt tekna teg til 3D Secure

Um tú sum føroyskur brúkari ynskir at tekna teg til 3D Secure, skalt tú seta teg í samband við okkum. Tað er nevnliga ikki møguligt hjá tær sum føroyskur brúkari at tekna teg til skipanina á netinum, uttan so at tú hevur eitt danskt CPR-nummar tengt at tínum NemID brúkara. Tá ið vit í bankanum hava teknað teg til 3D Secure, verður tað virkið á netinum næsta yrkadag.

Góð ráð um kort

Fá góð ráð til, hvussu tú ansar eftir og brúkar gjaldskortið.

Les meira

Les meira

Bílegg kort

Bílegg tað kortið, ið hóskar til tín tørv.

Bílegg gjaldoyra

Tað er eitt gott hugskot at hava eitt sindur av reiðum peningi við á ferðini.

Føroyskir pengar kontant

Drykkjupeningur

Siðvenjan í mun til drykkupening er ymisk í ymisku londunum.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv