Mastercard Debit Standard

Mastercard Debit Standard er eitt gjaldskort, sum kann nýtast í túsundtals handlum og sjálvtøkum kring allan heim umframt á netinum.

Við Mastercard Debit Standard ber ikki til at brúka meira pening, enn tú eigur á kontuni. Tá ið tú brúkar kortið, verður upphæddin tikin av kontuni beinanvegin, so tú altíð hevur yvirlit yvir, hvussu nógv tú eigur. Mest loyvda nýtsla er 30.000 kr. um dagin.


Fyrimunir við Mastercard Debit

Eitt altjóða gjaldskort við saldueftirliti.

  • Tú kanst ikki brúka meiri pengar, enn tú eigur
  • Tú fært atgongd til avsláttur og fyrimunir.
  • Til ber at taka upp til 10.000 kr. út um samdøgrið

Sniðgev títt egna kort

Tú kanst fáa Mastercard Debit Standard við egnari mynd, les meira um myndakort her.

Mastercard við nándfunku

Øll nýggj Mastercard hava nándfunku. Tað vil siga, at tú kanst gjalda við kortinum uttan at seta kortið í gjaldsterminalin í handlinum ella á matstovuni. Kort við nándfunku eru merkt ))))

Tú heldur bara kortið at terminalinum, tá ið tú skalt rinda fyri keypið. Hesin gjaldsmøguleikin er galdandi fyri upphæddir upp til 350 kr. og tað er hvørki neyðugt at brúka pin-kotu ella undirskrift.

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

Myndakort

Fá eitt persónligt kort við einari mynd, sum tú velur.

Mastercard kredittkort

Eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv