Mastercard kredittkort
Mastercard kredittkort er eitt altjóða gjaldskort, sum kann brúkast í handlum og matstøðum kring allan heimin.
Rentufríur kredittur
Kortið hevur ein rentufrían kreditt, ferðatrygging og avsláttaravtalur við útvaldar matstovur og handlar.
Ferðatrygging
Mastercard Standard, Gold og Platinum hava øll eina ferðatrygging knýtta at kortinum. Tú kanst tó eisini velja at fáa Mastercard Standard uttan ferðatrygging.
Samanber kort

Standard
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 3.000 kr.
- Kreditthámark: 30.000 kr.
- Møguleiki at velja ferðatrygging
- Møguleiki at fáa familjukort
- *avsláttur fyri Nordik+ og NordikPremium-kundar

Gold
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 6.000 kr.
- Kreditthámark: 50.000 kr.
- Ferðatrygging
- Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
- Møguleiki at fáa familjukort
- *avsláttur fyri Nordik+ og NordikPremium-kundar

Platinum
- Úttøka í sjálvtøku um dagin: 10.000 kr.
- Kreditthámark: 100.000 kr.
- Ferðatrygging
- Víðkaðan klagurætt í sambandi við vørukeyp
- Priority Pass, ið gevur atgongd til lounge-øki á flogvøllinum
- Møguleiki at fáa familjukort
Familjukort
Hevur tú eitt Mastercard kredittkort í BankNordik, kanst tú fáa eitt familjukort til makan og heimabúgvandi børn, sum eru eldri enn 18 ár. Ongar tryggingar ella ískoytistænastur eru knýttar at familjukortinum. Tryggingar eru bert knýttar at høvuðskortinum.
Mastercard og trygging
Tað er møguligt at hava trygging knýtta at øllum sløgum av Mastercard, men tryggingarnar eru ymiskar. Sí yvirlit yvir tryggingar niðanfyri.
Boða frá skaða
Fá avsláttur, tá tú ferðast
Hevur tú eitt Mastercard, kanst tú fáa avsláttur, tá ið tú vitjar djóragarðar og stuttleikaparkir í Danmark.

Spurningar og svar
Hvussu nógv kann eg brúka?
Hvat skal eg gera, um kortið er misnýtt?
Um títt kort er horvið ella vorðið misnýtt, skalt tú alt fyri eitt sperra kortið í Netbankanum.
Í avgreiðslutíð okkara kanst tú eisini venda tær til Kundatænastuna og sperra kortið.
Uttan fyri vanliga upplatingartíð
Ring +45 44 89 29 29, tá Dankort og Visa/Dankort skulu sperrast.
Ring +45 44 89 27 50, tá MasterCard og MasterCard Debit skulu sperrast.
GG!
Tá tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa:
- Navn
- Bústað
- Peningastovn
- Kortnummar ella kontunummar
Kortið verður síðani sperrað og kann ikki brúkast.
Kann eg brúka somu pinkotuna til fleiri kort?
Hvussu sperri eg mítt kort?