Orkulán
Orkulán er til tín, ið hevur ætlanir um at gera orkusparandi og umhvørvisvinarligar betringar á bústaðin.
Umframt at betra um bústaðin fært tú eisini ágóða av minni orkunýtslu.

Orkulán kann nýtast til:
- Bjálving av bústaði
- Nýggj vindeygu
- Nýggja tekju ella klædning
- Nýggja ella alternativa orkuskipan
- Vinnuligar bygningar
- Uppíbygging
- Nýbygging
Orkulán við lagaligari rentu
Við einum orkuláni kanst tú læna upp til 300.000 kr. við eini afturgjaldstíð, ið er upp til 20 ár. Harafturat fært tú lagaliga rentu.
Lagaliga rentan og lagaligu treytirnar eru tó bara galdandi fyri kundar, sum eru í okkara fyrimunaskipan - fyri aðrar kundar verður víst til galdandi rentuyvirlit.
Bestu rentuna við Nordik
Tá tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik-kundi, fært tú lagaligari rentur og nógvar ókeypis tænastur.