Realkreditt fígging

Tá tú skalt byggja ella keypa bústað, er realkredittlán ein møguleiki. Greiðu og gjøgnumskygdu prísirnir gera okkara realkredittlán til eitt tað besta á marknaðinum.

Vit bjóða realkredittlán við fastari ella skiftandi rentu. Afturgjaldstíðin kann vera millum 15 og 30 ár, og møguleiki er at fáa avdráttarskáa upp í 5 ár. Eitt realkredittlán kann í mesta lagi vera 80% av virðinum av ognini.

Hvat er eitt realkredittlán?

Í mun til bankalán er eitt realkredittlán grundað á lánsbrøv. Útboð og eftirspurningur á fíggjarmarknaðinum áseta kurs og rentu og at enda lánistøddina. Eitt lánsbræv er eitt skuldarbræv, har avtala er gjørd um, hvussu skuldin skal afturgjaldast og undir hvørjum treytum.

Tá tíni sethús verða fíggjað við realkredittláni, selur tín realkredittstovnur lánsbrøv tína vegna á fíggjarmarknaðinum. Tann peningin, sum kemur inn umvegis søluna, móttekur tú sum lán.

Realkredittlán við fastari rentu

Við realkredittláni við fastari rentu verður títt mánaðarliga gjald tað sama, uttan mun til hvussu rentan háttar sær.

Realkredittlán við fastari rentu er ætlað tær, sum vilt hava eina ómakaleysa fígging og tryggleikan av fastari rentu. Lánið verður afturgoldið sum eitt annuitetslán. Lánið hevur eina frívirðisverju, sum gevur tær møguleika til at minka um restskuldina, um rentan hækkar. Kurstap verður umroknað til rentusats, ið rentustuðul verður roknaður eftir, so einki stríð er av at draga kurstapið frá skattinum.

Realkredittlán við skiftandi rentu

Realkredittlán við skiftandi rentu er ætlað tær, sum vilt hava eitt lágt mánaðarligt gjald, men hevur fíggjarligt rásarúm, um rentan hækkar.

Við realkredittláni við skiftandi rentu verður rentan fastsett í 1-5 ár, vanliga til lægri rentu enn lán við fastari rentu. Tá tíðarskeiðið er runnið, verður rentan fastsett í eitt nýtt tíðarskeið, ella tú kanst velja at leggja lánið um til fasta rentu. Hvørja ferð rentan verður fastsett, verður mánaðarliga gjaldið roknað út av nýggjum. Mánaðargjaldið hækkar og lækkar tí í afturgjaldingartíðini.

Realkredittlán við skiftandi rentu verður afturgoldið sum eitt annuitetslán. Hetta merkir, at mánaðarliga gjaldið er tað sama í læsta tíðarskeiðnum.

Avdráttarskái

Við realkredittláni við skiftandi rentu er møguleiki fyri at fáa ein byrjanaravdráttarskáa í upp til 5 ár. Realkredittlán við skiftandi rentu og avdráttarskáa hava somu rentu sum realkredittlán við skiftandi rentu uttan skáa. Hetta kemst av, at lánsbrøvini, sum lánið er grundað á, eru tey somu.

Tíðarskeiðið við avdráttarskáa byrjar, tá peningurin verður útgoldin. Í tíðarskeiðnum við avdráttarskáa verða bert renta og bidrøg rindað, og rentan verður sett sum vanligt. Tó verður rentan altíð sett av nýggjum, tá tíðarskeiðið við avdráttarskáa er av.

Realkreditt og skattlig viðurskifti

Tá ið tú tekur eitt realkredittlán, eru ymisk skattlig viðurskifti, ið tú eigur at hugsa um.

Byggikredittur

Ein fyribils fígging, sum fíggjar byggingina við eini kappingarførari rentu, so hvørt sum arbeiðið gongur framá.

Bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Sethúsatrygging

Tær røttu tryggingarnar geva tær eina fíggjarliga trygd, um skaði kemur á títt heim. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv