Elbillán við lagaligari rentu

Eitt billán er millum tær mánaðarligu útreiðslurnar, ið hava størst ávirkan á fíggjarviðurskiftini og gerandisdagin hjá bileigarum.

Við nýggja elbilláninum hjá BankNordik verður tað bíligari at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal keypast.

Umframt nýggja fíggingarmøguleikan til elbilar verða løðingarstøðir settar upp við allar deildir bankans kring landið, har tað verður ókeypis og ómakaleyst at løða bilin.

 

Lagalig renta

Rentan á elbilláninum er 0,5% lægri enn á vanliga billáninum, og tú kanst læna upp til 300.000 kr. við serliga lagaligu rentuni. Upphæddir omanfyri hetta fylgja vanligu billánsrentuni, ið eisini er kappingarfør.

elbillan

Fíggjarligir fyrimunir

Umframt serliga lagaligu lánsrentuna eru hesir fyrimunir, tá ið tú velur ein elbil.

  • Einki skrásetingargjald (til 1. januar 2020)  
  • Einki meirvirðisgjald (til 1. januar 2020)
  • Eingin vegskattur (til 1. januar 2021) 

Tosa við okkum

Ætlar tú at keypa bil, ert tú vælkomin at tosa um okkum. Vit hava drúgvar royndir við at ráðgeva øðrum í somu støðu. Ring 330 330 - tað kostar einki at spyrja.


Biltrygd

Tað er umráðandi at hava røttu tryggingina til bilin.

Vanlukkutrygd

Títt persónliga trygdarnet, um illa vil til.

Bústaðarlán

Rentan er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á fíggjarmarknaðinum.

Orkulán til bústaðin

Til tín, ið skalt gera orkusparandi ábøtur á bústaðin.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv