GjaldsSkipanin
Við GjaldSkipanini kanst tú halda skil á tínum rokningum, so tær altíð verða goldnar rættstundis. Við sjálvvirkandi gjaldi slepst undan áminningargjøldum, og tænastan er harumframt ókeypis.
Soleiðis skrásetir tú rokningar í GjaldSkipanini
Tú kanst tekna rokningar til sjálvvirkandi GjaldSkipanina í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum. Tú kanst t.d. tekna tryggingargjald, kringvarpsgjald, haldaragjøld og mangt annað til GjaldSkipanina.
Gjaldsyvirlit
Eitt yvirlit við øllum rokningum, ið skulu gjaldast komandi mánaðin, sæst í Netbankanum. Sostatt er ómakaleyst at hava yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti, tá tú brúkar GjaldSkipanina. Gjaldsyvirlitið er eisini tín trygd fyri, at rætta upphæddin altíð verður goldin.
Ofta settir spurningar
GjaldSkipanin
Hvar síggi eg mítt GjaldSkipan yvirlit?
Tú hevur tveir møguleikar:
- Tú sært eitt yvirlit yvir allar tínar Gjaldsavtalur í Netbankanum. Innrita í Netbanka, trýst á Avtalur og Gjaldsavtalur.
- Tú sært mánaðarliga yvirlitið yvir allar upphæddir, sum eru trektar sum Gjaldsavtalur, inni á Netbankanum. Innrita í Netbankan, trýst á Samskifti og vel Skjalagoymsla. Í bólkinum Gjaldsyvirlit finnur tú tey mánaðarligu yvirlitini yvir Gjaldsavtalur, sum eru trektar av kontuni.
Hvussu tekni eg meg til GjaldSkipanina?
Tú kanst tekna teg til sjálvvirkandi GjaldSkipanina í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum.
Hvat er GjaldSkipanin?
Við GjaldSkipanini verða tínar rokningar altíð goldnar til tíðina. Tá tú teknar tínar rokningar til GjaldSkipanina, tryggjar tú, at rokningarnar sjálvvirkandi verða goldnar rættstundis – hvørja ferð.