Kvinna súkklar

Kenn tínar lívstryggingar

Flestu okkara fara gjøgnum nógvar broytingar í lívinum – tá vit seta búgv, fáa maka, børn ella nýtt starv.  Tá lívsstøður broytast, er umráðandi, at tínar lívstryggingar og tín pensjón verða tillagaðar, so tær hóska til tína nýggju støðu.

Hetta kann tykjast trupult at fáa greiðu á, men við røttu ráðgevingini kanst tú fáa yvirlit og vegleiðing, soleiðis at tú og tíni kæru eru tryggjað fíggjarliga, um tú verður sjúk/ur ella fellur frá. 

Stutt um lívstryggingar

  • Bólkalívstrygging: Um tú skuldi fallið frá, verður ein upphædd goldin út til tey, ið sita eftir, ella goldin inn á tína skuld.
  • Bráðsjúkutrygging: Ein upphædd verður goldin út, um tú ella barn títt verða bráðsjúk.
  • Óarbeiðsføristrygging: Kann tryggja tær eina mánaðarliga skattafría inntøku, so leingi óarbeiðsførið varar.

Tosa við okkum

Tað kann kanska tykjast trupult at fáa yvirlit yvir tíni pensjóns- og tryggingarviðurskifti. Tað kann eisini tykjast torført at taka avgerð um pensjónslívið, meðan tú enn ert ung/ur. Tí er tað eitt gott hugskot at tosa við okkum, so vit saman kunnu gjøgnumganga tíni viðurskifti – sama hvar tú hevur tína pensjón og tínar tryggingar.

Á fundinum gjøgnumganga vit bæði pensjónina og lívstryggingar fyri at tryggja, at tú og tín familja hava røttu karmarnar um júst tína støðu.

Par situr og drekkur kaffi

Ert tú mitt í lívinum?

Tað hevur stóran týdning, at tú hugsar um pensjónina so tíðliga sum til ber.

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsilgdar, tá tað snýr seg um pensjón.

Møguleiki fyri størri avkasti

Tað kann vera eitt gott hugskot at seta sína pensjónssamansparing ella part av henni í virðisbrøv.

Tryggja teg og familjuna

Við røttu tryggingunum hava tú og tín familja eitt fíggjarligt trygdarnet, um illa vil til.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv