NordikPensjón
Pensjón er ein spurningur um tryggleika fyri teg og familjuna - bæði nú og í framtíðini. Hjá okkum kanst tú seta tína pensjón saman, so hon hóskar til títt lív og tíni ynski fyri framtíðina.
Rætta pensjónin til tín
Uttan mun til, hvat tú velur, kunnu vit hjálpa tær at seta røttu loysnina saman, soleiðis at tú kanst byrja at spara saman til pensjónstilveruna. Tá ið pensjónsaldurin nærkast, ráðgeva vit tær um, hvussu pensjónin skal útgjaldast, og hvussu samanspælið við almennu veitingarnar verður best.
Fá eina heildarloysn
Ynskir tú tær eina pensjón, sum tú hevur ávirkan á, og har pensjónspakkin verður settur saman eftir tínum ynskjum og lagaður til júst tín tørv? So er NordikPensjón rætta loysnin til tín. NordikPensjón er samstundis landsins bíligasta pensjón.

Fyrimunir við NordikPensjón
Við NordikPensjón fært tú eina røð av fyrimunum:
- Tú stovnar NordikPensjón saman við tínum ráðgeva, sum kennir teg og tíni fíggjarviðurskifti
- Tú hevur fult yvirlit og gjøgnumskygni við Netbankanum
- Tú fært eina persónliga pensjónsskipan, ið verður sett saman eftir tínum ynskjum og lagað til júst tín tørv
- Tú fært eina pensjón, sum tú hevur ávirkan á