Møguleiki fyri størri avkasti

Tað er ikki líka mikið, hvar tú hevur tína pensjónssamansparing standandi. Títt val av pensjónsveitara hevur stóra ávirkan á, hvussu nógv tú fært burtur úr tíni samansparing.

Tað kann vera eitt gott hugskot at seta sína pensjónssamansparing ella part av henni í virðisbrøv, tí at hetta kann geva eitt størri avkast enn innistandandi á kontu. Á talvuni niðanfyri sæst, hvat avkastið av pensjónsrøktini hjá einum miðal kunda í BankNordik hevur verið seinastu árini.

Avkast

2015

2016 2017 2018 2019 2020 (ÁTD)
Avkast síðani 2014

9,20%

4,14% 5,97% -3,21% 13,04% 1,50%
33,8%


Talan er um nettoavkastið, tað vil siga avkastið aftan á, at kostnaðurin til íløgufeløg og bankan er rindaður. Avkastið er vegleiðandi. Avkastið kann vera ymiskt frá kunda til kunda alt eftir upphædd, inngjaldi o.a.

Greitt yvirlit í Netbankanum

Sum kundi hjá okkum hevur tú tann fyrimunin, at tú neyvt kanst fylgja við tínum íløgum. Í Netbankanum og í Netbankanum sum app kanst tú:

  • Fylgja við gongdini alt samdøgrið
  • Síggja avkastið av tínum íløgum, kostnaðir og kunning um einstøku íløguprógvini
  • Síggja feløg, sum íløgurnar eru gjørdar í
  • Fáa fult yvirlit yvir, hvussu pensjónin er sett saman

Váði

Tað er altíð ein váði knýttur at íløgum, tí íløgan kann hækka og lækka í virði, og tú kanst sostatt fáa avkast ella tap. Hetta eigur tú at hava í huga, áðrenn tú gert íløgur.

Tað serliga við at gera íløgur við pensjónini er tó, at tú gert íløgur hvønn mánað, tú sparir saman. Tað vil siga, at tú keypir, tá ið kursirnir eru høgir og lágir. Hetta hevur við sær, at tú fært eitt miðalavkast, sum marknaðurin gevur øll tey árini, tú sparir saman.

Betra tínar fortreytir fyri størri avkasti


Við NordikPensjónsRøkt verður samansparingin røktað av okkara íløguserfrøðingum, sum seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at tín pensjónssamansparing altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.

Fylg við avkastinum

Myndir av eini familju

Um NordikPensjón

Eftirlønarkonta

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv