Lívið broytist

Flestu okkara fara gjøgnum nógvar broytingar í lívinum – tá vit seta búgv, fáa maka, børn ella nýtt starv.  Tá lívsstøður broytast, er umráðandi, at tín pensjón og lívstrygging verða tillagaðar, so tær hóska til tína nýggju støðu.

Hetta kann tykjast trupult at fáa greiðu á, men við røttu ráðgevingini kanst tú fáa yvirlit og vegleiðing, soleiðis at tú og tíni kæru eru tryggjað fíggjarliga, um tú verður sjúk/ur ella fellur frá. 

Pensjón og lívstryggingar eru tryggleiki fyri teg og familjuna - bæði nú og í framtíðini.

Hvar ert tú beint nú? 

Lívið broytist og umstøðurnar broytast - og tað eigur tín pensjón og tín lívstrygging eisini at gera. 

 

Ert tú ein av hesum?

Ein kanning, ið Spyr.fo gjørdi fyri BankNordik í september 2020, vísti, at:

  • 20% spara einans lógarkravdu 6% saman í pensjón
  • 85% hava ikki nóg gott innlit í síni pensjóns- og tryggingarviðurskifti
  • 37% vita ikki, um tey kunnu varðveita somu lívskor sum í dag, um tey gerast sjúk ella verða fyri óhappi
  • 43% hava ongantíð fingið ráðgeving um pensjón

Tosa við okkum

Tað kann kanska tykjast trupult at fáa yvirlit yvir tíni pensjóns- og tryggingarviðurskifti. Tað kann eisini tykjast torført at taka avgerð um pensjónslívið, meðan tú enn ert ung/ur. Tí er tað eitt gott hugskot at tosa við okkum, so vit saman kunnu gjøgnumganga tíni viðurskifti – sama hvar tú hevur tína pensjón og tínar tryggingar.

Á fundinum gjøgnumganga vit bæði pensjónina og lívstryggingar fyri at tryggja, at tú og tín familja hava røttu karmarnar um júst tína støðu.


Ert tú mitt í lívinum?

Tað hevur stóran týdning, at tú hugsar um pensjónina so tíðliga sum til ber.

Kvinnur og pensjón

Kvinnur eru ofta afturúrsilgdar, tá tað snýr seg um pensjón.

Møguleiki fyri størri avkasti

Tað kann vera eitt gott hugskot at seta sína pensjónssamansparing ella part av henni í virðisbrøv.

Tryggja teg og familjuna

Við røttu tryggingunum hava tú og tín familja eitt fíggjarligt trygdarnet, um illa vil til.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv